Koronakanning á ólavsøku

Til ber eisini til at kanna seg fyri koronu á ólavsøku

Sigurjón Einarsson
26. juli 2021 kl. 16:16

Á ólavsøku fer tað at bera til kanna seg fyri koronu.

Koronakanningarnar verða framdar á Eirargarði um ólavsøkuna:

  • Ólavsøkuaftan (28. juli 2021) verður kanna frá klokkan 10.30
  • ,
  • Ólavsøkudag (29. juli 2021) verður kanna frá klokkan 11.30

Upplatingartíðirnar verða eftir tørvi, skrivar corona.fo.

Til ber at skráseta seg og bóka tíð til kanning við at klikkja á leinkjuna niðanfyri.

Bílegg koronakanning

Heilsumálaráðið skrivar á corona.fo, at tá tú hevur skrásett teg, fært tú boð á telduposti og telefon, sum tú skalt vísa, tá ið tú kemur á kanningarmiðstøðina.

Fyri at sleppa undan langari bíðirøð, hevur tað stóran týdning, at tú møtir til tíðina.