Kostar 22 milliónir at skipa fyri oyggjaleikunum í Føroyum

Men útledingarnar, sum koma hendavegin í sambandi við leikirnar, fara at leggja mangt slíkt eftir seg í Føroyum  

Áki Bertholdsen
2. mai 2024 kl. 22:05

ÍSF skal hava 15 milliónir í stuðuli úr landskassanum til at skipa fyri oyggjaleikunum, sum vera her í 2027. Tað hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, nú lagt uppskot fyri Løgtingið um.

Landsstýriskvinnan sigur, at ÍSF hevur fígging til tær fyrstu fyrireikingarnar, men at brúk verður fyri at fáa 15 milliónir úr landskassanum til endamálið. 

Ætlanin er at játta 2,5 milliónir næsta ár, aðrar 2,5 milliónir í 2026 og so 10 milliónir afturat í sjálvum oyggjaleikaárinum, 2027.

Sirið Stenberg sigur, at ÍSF metri, at tað fer at kosta einar 22 milliínir at skipa fyri oyggjaleikunum. Hendan upphæddin skal brúkast til at samskipa og marknaðarføra oyggjarleikirnar, umframt til setanina og til endahátíðina. Harumframt standast eisini útreiðslur av ferðing og samskifti.

Hinvegin vænta tey sjey milliónir í inntøkum frá sølu av atgongumerkjum og frá sponsorum, men so resta 15 milliónir í, sum tey nú fáa úr landskassanum.

Men samstundis verður eisini upplýst, at øll fólkini, sum fara at koma higar í sambandi við oyggjaleikirnar, fara eisini at leggja nokk so fitt eftir seg av pengum. 

Eftir tølunum frá sólarmyrkingini í 2015 at døma, meta ÍSF og Visit Faroe Islands, at vit kunnu lættliga vænta, at tey, sum koma higar í sambandi við oyggjaleikirnar, bæði íðkarar, venjarar og áskoðarar úr øðrum londum, fara at brúka einar 2.000 krónur um dagin til ferðing, gisting, uppihald og annað. 

ÍSF væntar, at umleið 3.000 fólk úr øðrum londum vera við í Oyggjaleikunum, og at eini 1.000 fólk afturat koma úr øðrum londum at hyggja at kappingunum á leikunum, sum fara at vara í átta dagar. 

Sostatt kunnu vit vænta, at tilsamans fara tey at leggja einar 64 milliónir eftir seg í Føroyum.