Koyrdi undan løgregluni inn á ein blindan veg

Ein bilførari valdi at koyra undan løgregluni tíðliga sunnumorgunin, men valdi eisini at koyra inn á ein blindan veg

Sigurjón Einarsson
7. november 2022 kl. 10:15

Garðsgøta úti á Argjum plagar at vera ein friðarlig og barnavinalig gøta, men tíðliga sunnumorgunin, umleið klokkan hálvgum seks, vórðu fólk úti í Argjum vakt við, at tað blánaði í eystri – ikki vegna dimmalætting, men tí ein løgreglubilur elti ein bil, sum koyrdi alt annað eftir umstøðunum.

Bilurin, ið koyrdi undan løgregluni koyrdi eftir Doktor Dahls gøtu, snaraði inn á Støðlagøtu, men valdi síðan at koyra inn á Garðsgøtu úti á Argjum, sum er ein blindur vegur. Her tók bilurin, ið koyrdi undan løgregluni, í ein vørubil, áðrenn bilførarin fann útav, at talan var um ein blindan veg og steðgaði tí við skilaleysu koyringini.

Løgreglan sigur við Dimmalætting, at teir fingu eyga á bilin í miðbýnum í Havn, tí koyringin kundi týtt upp á, at talan var um rúsdrekkakoyring. Og tá tað kom til stykkis, so var talan um rúsdrekkakoyring.

Hesin bilførarin er tí skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, umframt at vera skuldsettur fyri skilaleysari koyring og fyri ikki at akta boðum frá løgregluni.

Løgreglan greiðir eisini frá, at tey hava havt trý harðskapsmál hetta vikuskiftið. Tað eina málið liðugt viðgjørt av løgregluni, har tað eina fólkið er skuldsett fyri harðskap. Arbeitt verður víðari við hinum báðum málunum.

Annars tók løgreglan sær av nøkrum fullum fólkum í vikuskiftinum, ið líka skuldu hjálpast á føtur og fáast heim í øllum góðum.

Eisini var løgreglan sjónlig í samband við afturvendandi J-dagin, so har er eisini okkurt komið á bók, men tað var ikki fyri rúsdrekkakoyring, at fólk vórðu skrivaði upp hjá løgregluni. Heldur var tað fyri ferð, koyra uttan koyrikoyrt og handhildnari telefon.