Koyrdi við kenning í Havn - mitt um dagin

Blóðroynd varð tikin av bilføraranum

Áki Bertholdsen
9. apríl 2024 kl. 09:53

Tað er ikki bara um náttina at bilførarar verða freistaðir at koyra við kenning. Mitt seinnapartin í gjár, umleið klokkan 14.30, steðgaði løgreglan einum bili í Havn. Og tá ið bilførarin varð biðin at blása í alkometrið, gav tað størri útslag enn gott er.

Sostatt er bilførarin skuldsettur fyri at koyra við kenning. Blóðroynd varð tikin av honum og úrslitið av henni verður so avgerandi fyri, hvørja lagnu bilførarin fær.