Kristian Reinert Davidsen sendir ein fylgisvein út í rúmdina

Ein grønlendskur fylgisveinur verður sendur út í rúmdina sunnudagin. Fylgisveinurin skal veita grønlendingum í Norður- og Eysturgrønlandi betur internet

Kristian Reinert Davidsen er stjóri í grønlendska fjarskiftisfelagnum, Tusass (Mynd: Pressumynd)
Sigurjón Einarsson
1. februar 2023 kl. 15:11

Grønlendska fjarskiftisfelagið Tusass, har Kristian Reinert Davidsen er stjóri, hevur ein fingur við í spælinum, tá fylgisveinurin GreenSAT verður sendur út í rúmdina sunnudagin.

Fylgisveinurin skal veita grønlendingum í Norður- og Eysturgrønlandi betur internet.

– Tað er ikki hvønn dag, at hetta hendir. Vit í Tusass eru errin av, at íløgan til ein nýggjan fylgisvein nú er komin hartil, at fylgisveinurin verður sendur út í rúmdina, stendur at lesa í einum tíðindaskrivi frá Tusass, sambært Sermitsiaq.

Fylgisveinurin skal sendast upp sunnudagin við einari SpaceX-rakett, har navnframi Elon Musk er forstjóri.  

Grønlendska fjarskiftisfelagið upplýsir, at fylgisveinurin er uppkallað eftir Grønlandi, og hevur fingið navnið GreenSAT.

(Mynd: Tusass)