Kunning til arbeiðsgevarar um útlendska arbeiðsmegi

Hósdagin 26. januar klokkan 14 skipa Vinnuhúsið og Útlendingastovan fyri kunningarfundi um sáttmálaviðurskifti og lóggávu í sambandi við útlendskari arbeiðsmegi. Tiltakið er fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag

(Mynd: bakkafrost.com)
Sigurjón Einarsson
17. januar 2023 kl. 14:15

Hósdagin 26. januar klokkan 14 skipa Vinnuhúsið og Útlendingastovan fyri kunningarfundi um sáttmálaviðurskifti og lóggávu í sambandi við útlendskari arbeiðsmegi.

Á kunnginarfundinum greiðir Jórun Gardar, Føroya Arbeiðsgevarafelag, frá um sáttmálaviðurskifti og arbeiðsmarknaðin, og hon fer serliga at greiða frá lønar- og setanarviðurskiftum á privata arbeiðsmarknaðinum. Síðan fer Bára B. Thomsen, Útlendingastovan, at greiða frá lóggávuni í sambandi við útlendskari arbeiðsmegi. Umboð frá SIRI (Styrelsen for International Rekruttering og Integration) verða eisini til staðar.

Tað skrivar heimasíðan industry.fo.

Høvi verður at seta spurningar og lagt verður upp til prát og ráðgeving, tá ið formliga skráin er av.

Tiltakið, hósdagin 26. januar klokkan 14, verður í Vinnuhúsinum á Óðinshædd, og er fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess, skrivar heimasíðan.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er tó at boða frá luttøku í seinasta lagi týsdagin 24. januar við at senda teldupost til industry@industry.fo ella ringja á telefon 309900.

Kelda: industry.fo