Kunningarfundur: Stuðul til gransking 2023

Hvussu er leiðin frá hugskoti til verkætlanarbyrjan, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til eina granskingarverkætlan?

Sigurjón Einarsson
16. november 2022 kl. 12:10

Hósdagin 17. november klokkan 14.30 skipar Granskingarráðið í samstarvi við Fróðskaparsetrið fyri kunnandi fundi um møguleikar og krøv til umsóknir. Fundurin verður í Kongshøll.

Byrjað verður við framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja og serliga hvørjar broytingar eru í treytum í mun til undanfarin ár.

Greitt verður frá umsóknarportalinum og ítøkiligu krøvunum til umsóknir. Høvi verður at seta spurningar.

Fundurin verður hildin á føroyskum.

Í næstum verður eisini ein netfundur á enskum.

Tvær stuðulsskipanir við somu freist

Á fundinum verður kunnað um tvær ymsar stuðulsskipanir við somu umsóknarfreist, 15. februar 2023 klokkan 12.

Skipanirnar eru:

- Stuðul til gransking, har tað væntandi eru 7,5 milliónir krónur tøkar, hetta er treytað av fíggjarlógarjáttan 2023.

-Stuðul til arbeiðsmarknaðargransking, har upp til 2,5 milliónir krónur eru tøkar í hesum umfarinum.

Les meira um møguleikar, treytir og freistir á https://www.gransking.fo/fo/studulsskipanir/

Kelda: Granskingarráðið