Kunnu nú trekkja heilivág í eini automat í SMS

Men tað er aldursmark á so at børn og blaðung ikki sleppa at keypa

Áki Bertholdsen
23. apríl 2024 kl. 16:29

Tað er vælkent at tað er hart trýst á apotekinum og bíðitíðirnar eru ofta langar. Men nú ber eisini til at trekkja heilivág í eini automat, sum stendur við vestaru inngongdina í SMS.

Tað er bara hondkeypsheilivágur, sum fæst til keyps, men aftur fyri er automatin opin allan sólarkringin, so tað ber til at fáa okkurt fyri høvuðpínu, krími, og annað, alt samdøgurið.

Heilsumálaráðið sigur, at automatin varð tikin í brúk seinnapartin í dag og hetta er fyrsta sjálvtøkan av hesum slagi í landinum.

Sjálvtøkan er knýtt at Skjáttuni hjá Talgildu Føroyum og sostatt eru tað bara fólk yvir 18 ár, sum kunnu keypa handkeypsheilivág í sjálvtøkuni.