Kvinnulandsliðið í flogbólti vann bronsu í smálandakapping

Í gjár høvdu føroysku flogbóltskvinnurnar møguleikan at vinna silvurheiðursmerki heim við til Føroyar, men hetta eydnaðist ikki. Ístaðin vunnu føroysku kvinnurnar bronsu í smálandakappingini í Íslandi

Kristian Waag Dam
16. mai 2022 kl. 14:40

Í gjár dystaðust Føroyar og Ísland um silvurheiðursmerki. Dysturin var tættur, men íslendsku kvinnurnar høvdu munin. Samanlagt vann Ísland javna dystin 3-1.

Tá støðan var 10-10 í fyrsta setti kom sperðil í hjá Føroyum, og Ísland legði seg á odda 20-14. Føroyar vóru tó um reppið at fáa Ísland aftur, og munurin minkaði niður í 22-20 til Ísland, sum tó helt seg frammanfyri og vann 25-21.

Í øðrum setti løgdu Føroyar seg á odda 5-1, men eftir leikbrá (time out) javnaði Ísland til 7-7.  Javnt var eisini við 10-10, 17-17 og 22-22. Nógv stóð á hesa løtuna, men Føroyar vunnu sær tveir settbóltar við støðuna 24-22 og gjørdu sær dælt av tí seinna og vunnu settið 25-23. Sostatt var støðan 1-1 aftaná tvey sett vóru leikt.

Føroyar fingu eina fína byrjan uppá 3. settið, men 5-1 leiðslan var tó skjótt mist, og Ísland javnaði til 8-8. Síðani gekk gekk javnt á, og støðan gjørdist 20-20, áðrenn Ísland vann 25-22. 

Lagt var nú upp til eitt spennandi 4. sett, har spenningurin helt sær til 10-9, tá luftin fór úr føroysku ballónini, og Ísland reyk upp á 15-9. Munurin bara vaks, tað sum eftir var av settinum, og Ísland vann at enda 25-15, og dystin 3-1 — og harafturat silvurheiðursmerkini. Føroyar kundu tó troysta seg við bronsuheiðursmerkjunum. Skotland vann kappingina við fullum stigatali. Nummar fýra gjørdist Írland, sum tapti allar sínar dystirnar.   

Hóast vónbrotin um ikki at vinna silvur, so vóru fleiri glottar á føroyska liðnum. Føroyska venjaratoymið kann kortini skrivað sær nógv positivt í dagbókina, tí hildið verður, at nógv gott býr í hesum unga liðnum, har bara tríggir av teimum 14 leikarunum høvdu spælt A-landsliðsdystir fyrr.