Kyndil setti grannarnar upp á pláss

Kvinnur: Turið Arge Samuelsen var stóra stjørnan, tá ið Kyndil vann sannførandi finalusigur ímóti Neistanum

Jóannes Hansen
17. februar 2024 kl. 18:13

Tað endaði við stórsigri, tá ið grannarnir í Kyndli og Neistanum í dag spældu steypafinalu í høllini á Hálsi í Havn.

Kyndil var favorittur, og Kyndil vann stórsigur við átta málum. Úrslitið var 29-21 eftir hálvleiksstøðuna 12-7.

Kyndil var omaná størsta partin av tíðini. Løtan, tá ið Neistin hevði møguleika at kveikja spenningin av nýggjum, var fyrstu minuttirnir eftir steðgin. Tá minkaði Neistin um munin frá 12-7 og til 13-12, tá ið fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

Tá tók Kyndil timeout, og so bragdaði aftur hjá Kyndli. Verjuspælið riggaði aftur, Neisin søplaði í góðum álopsstøðum, og í álopinum var Turið Arge Samuelsen heilt framúr. Hon var ikki serliga væl dekkað, og hon hevði neyðuga sjálvsálitið og skoraði aftur og aftur við hoppskotum og gjøgnumbrotum.

Munurin var trý og fýra mál, inntil tað restaðu stórir fimm minuttir. Neistin royndi eina løtu við at mansverja Turið, men so skrædnaði heilt, og so endaði tað við stórsigri 29-21.

-Vit spældu sum eitt lið – í verju og álopi. Tað var skjótt, at tað kendist, at avrikið hjá Neistanum ikki var á tí støðinum, sum tær plaga at megna, tá ið tær eru upp á tað besta. Okkara avrik var heilt gott, og tí var tað so sjálvsagt, at vit vunnu steypafinaluna. Eg eri so heilt framúr stolt av mínum liðfeløgum, sigur Turið Arge Samuelsen við Jógvan Skeel Nolsøe hjá Kringvarpinum.