Lá avdottin mitt á vegnum

Ein ungur maður var sera heppin í nátt

Áki Bertholdsen
17. september 2023 kl. 09:17

Í nátt hevur løgreglan havt tvey ungfólk liggjandi at sova rúsin av sær. Annað var ein ung kvinna og hitt var ein ungur maður.

Tann unga kvinnan var avdottin og tey, sum vóru rundan um hana, fingu hana ikki á føtur aftur og tí ringdu tey til løgregluna.

Tað eydnaðist heldur ikki løgreglufólkunum at fáa hana á føtur aftur, so tey tóku hana við á støðina at sova rúsin av sær.

Mitt í nátt varð eisini ringt til løgregluna at boða frá, at ein ungur maður lá deyðadrukkin og avdottin, mitt á koyribreytini í miðbýnum í Havn, við Finsen.

Tað var myrkt, so løgreglan heldur, at hann var sera heppin, at hann ikki varð yvirkoyrdur. Men tey fingu hann ikki á føtur aftur, so tey tóku hann við á støðina.

Tað hevði regnað illa, so hann var undirklæðavátur og kaldur, so tey ráðførdu seg við læknan. Eftir læknaráðum varð hann latin úr teimum vátu klæðunum, áðrenn hann varð lagdur at sova. 

Nú mugu tey so fáa fatur á onkrari familju hjá honum um at koma við turrum klæðum til hansara.

Bæði maðurin og kvinnan fáa eina bót við sær, tá ið tey fara av løgreglustøðini aftur. Bótin er upp á 1.500 krónur fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar.