Læra børn at fara væl við náttúruni

Barnafestivalur verður í Norðurlandahúsinum komandi vikuskifti

Fríðmundur Nattestad
8. apríl 2024 kl. 12:15

Hvussu ansa vit betur eftir náttúruni og jørð okkara? Øll - bæði børn og vaksin - kunnu gera mun. Hetta er boðskapurin, tá barnafestivalurin Frítt Flog 2024 verður 13. og 14. apríl í Norðurlandahúsinum.

Frítt Flog 2024 tekur støði í burðardygd. Á festivalinum sleppa børn at sáa, at læra at skilja rusk, at byggja høsnahús, síggja tól, sum kunnu bjarga heiminum, fara á ruskævintýr o.s.fr. Á skránni verða verkstovur, sjónleikur við tónleiki og framsýning; øll tiltøkini hava fyri eyga, at burðardygd skal vera stuttlig og áhugaverd, og skulu vísa, at bæði børn og vaksin kunnu fara betur við umhvørvinum og jørð okkara. 

Børn, sum vitja og luttaka í øllum tiltøkunum, fáa eitt skreytblað sum prógv fyri, at tey nú eru útbúnir jarðarverjar.

Tiltøkini eru ætlað børnum í aldrinum 3-12 ár, sum hava ein vaksnan við sær, men øll familjan er vælkomin.

Við festivalarmbandi slepst inn til øll tiltøkini annaðhvørt 13. ella 14. apríl.

Festivalarmband kann keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.