Landsbankin ávarar samgonguna um ætlanina at stytta arbeiðsvikuna

Tað fer at føra tvær stórar avbjóðingar við sær, sigur Landsbankin

Áki Bertholdsen
7. juni 2023 kl. 09:51

Tað hevur serliga tvær stórar avbjóðingar við sær, at samgongan ætlar at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. 

Tað sigur Landsbankin, sum hevur gjørt sínar metingar av, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, verður arbeiðsvikan stytt.

Landsbankin sigur, at onnur avbjóðingin er fíggjarlig og hin er arbeiðsmegin. 

Ein styttri arbeiðsvika økir um kostnaðin til lønarútreiðslur og setur enn størri trýst á arbeiðsmarknaðin.

Hjá teimum flestu merkir hetta styttri arbeiðstíð - men kortini uttan at lønin skal lækka.

Tað vil siga, at arbeiðsgevarin fær færri arbeiðstímar fyri somu pengar. 

Tað er ikki allastaðni tað ber til at arbeiða tað sama upp á 37 tímar sum upp á 40 tímar og tað merkir, at so má arbeiðsgevarin rinda meira fyri at fáa tað sama burturúr. 

Harafturat eru tað fleiri starvsøki, har manning skal vera allan sólarkringin, allar dagar í vikuni. Her er neyðugt at seta fleiri fólk í starv, og tað økir um lønarútreiðslurnar.

Landsbankin metir, at verður arbeiðsvikan stytt, fara lønarútreiðslurnar uttan iva at veksa, men hendan lønarhækkingin ger fíggjarliga haldførið hjá samfelagnum verri.

Útrokningar vísa, at longu sum støðan er nú, fara vit ikki at framhaldandi at hava ráð til at varðveita sama vælferðarsamfelag, sum vit hava nú. Tí verður neyðugt at skerja útreiðslurnar, ella at hækka skattin - ella bæði.

Skal ein stytt arbeiðsvika ikki gera haldførið verri, verður tað enn meiri neyðugt, at lækka aðrar almennar útreiðslur alla at hækka skattir og gjøldum - ella bæði, sigur landsbankin.

Verður arbeiðsvikan stytt, verður haldførið enn verri, enn tað longu er. Verður arbeiðsvikan stytt, er tað tískil heldur ikki gott fyri kredittvirðið, og harvið fíggjarliga rásarúmið hjá Føroyum, sigur Landsbankin.

 

 

Stórt trot á arbeiðsmegi

Arbeiðsloysið í Føroyum er 0,7 prosent og vanliga verður sagt, at er arbeiðsloysið tvey prosent, er hetta tað sama sum at einki arbeiðsloysi er.

At arbeiðsloysið er 0,7 prosent, merkir í roynd og veru, at vit longu nú mangla nøkur hundrað starvsfólk.

Hagstovan sigur, at hvørt ár koma eini 750 á arbeiðsmarknaðin, samstundis sum eini 600 fólk verða pensjónistar. Tað merkir at 150 fólk leggjast afturat arbeiðsmegini um árið.

Starvsfólkatørvurin í Føroyum verður í løtuni partvíst nøktaður við at innflyta arbeiðsmegi. 

Í Føroyum er talið á útlendskum løntakarum økt úr umleið 450 í apríl 2014 til umleið 1.850 í apríl í ár. Og her eruarbeiðsfólk úr hinum norðurlondunum ikki tald við.

Sjálvt um útlendska arbeiðsmegin í Føroyum er vaksin eini 1.400 fólk hesi seinastu árini, mangla vit enn nøkur hundrað fólk á føroyska arbeiðsmarknaðinum. 

Havast skal eisini í huga, at meginparturin av londunum í Evropa eru í somu støðu sum vit, tí eisini tey manglaarbeiðsfólk. 

Tí fer tað at verða ein hørð kapping um arbeiðsmegina hesi næstu árini og tað er als ikki vist, at vit fara at fáa tey neyðugu arbeiðsfólkini henda vegin, sigur Landsbankin.

Í Føroyum fer tað almenna at seta 1.500 løntakarar afturat í tíðarskeiðinum 2021-2030. 

Í Danmark verður mett, at tørvurin hjá privata vinnulívininum verður dupult so stórur, sum starvsfólkatørvurin hjá tí almenna. 

Fer tørvurin á starvsfólki hjá privata vinnulívinum í Føroyum at veksa líka skjótt sum í Danmark, skal privata vinnilívið í Føroyum finna 3.000 løntakarar aftrat frá nú til 2030. 

Tí kann tørvur verða á 4.500 fólkum afturat í arbeiðsmegini í Føroyum frá nú til 2030.

Hetta er nógv fleiri, enn tey 150 fólkini, sum koma á arbeiðsmarknaðin um árið - og hetta er áðrenn eina styttri arbeiðsviku.

 

 

Fara at mangla nógv fleiri starvsfólk

Tað lága arbeiðsloysið, sum er í Føroyum í dag, er sostatt eitt bygnaðarligt arbeiðsloysi og arbeiðsloysið fer væntandi at vera lágt nógv ár afturat.

At búskapurin ikki fær neyðug starvsfólk hevur tað avleiðing, at búskaparvøksturin verður minni, enn hann annars hevði verið. 

Búskaparvøkstur er neyðugur, skulu Føroyar framhaldandi kunna bjóða tær vælferðartænastur, ið vit hava í dag, eisini í heilsuverkinum og í eldrarøktini.

Niðurstøðan er, at tað longu nú er eitt stórt trýst á arbeiðsmarknaðinum at útvega arbeiðsmegi. At stytta arbeiðsvikuna fer at økja um hetta trýstið, tí tað fara at mangla enn fleiri arbeiðsfólk.

Landsbankin sigur, at tá ið arbeiðsmegi manglar, er tað betur at økja um arbeiðsmegina heldur enn at minka um hana. 

– Verður uppskotið um styttri arbeiðsviku samtykt, fer tað at føra til at enn fleiri starvsfólk fara at mangla til at veita tær alneyðugar vælferðartænastur, er niðurstøðan hjá Landsbankanum. 

– Samstundis fara hvørki privata vinnulívið, ella tað almenna, at fáa tey neyðugu starvsfólkini, ið skulu til fyri at varðveita ein búskaparvøkstur. 

– Ein styttri arbeiðsvika bæði økir um kostnaðin til lønarútreiðslur og setir enn størri trýst á arbeiðsmarknaðin, sigur Landsbankin.