Landsbankin: Rentu- og príshækkingar kunnu tálma prísvøksturin á sethúsamarknaðinum

Í næstum fer rentustøðið at hækka, og tað hevur øktar rentuútreiðslur til bæði sethúsalán, billán og aðra skuld í bankanum við sær. Landsbankin metir, at prísvøksturin á sethúsamarknaðinum seinastu árini fer at hæsa av

Sigurjón Einarsson
4. juli 2022 kl. 09:55

Í næstum fer rentustøðið at hækka, og tað hevur øktar rentuútreiðslur til bæði sethúsalán, billán og aðra skuld í bankanum við sær. Tað kann koma at tálma prísvøksturin á sethúsamarknaðinum.

– Hækkar rentan við einum prosentstigi, so skulu umleið 800 krónur meira um mánaðin gjaldast fyri hvørja lænta millión krónur í rentuútreiðslum, og tað kann elva til, at húsarhaldini ikki longur kunnu bjóða eins høgar prísir við keyp av býli, sum frammanundan, skrivar Landsbankin á heimasíðu sínari – í samband við fíggjarliga støðufestið fyrsta ársfjórðing í ár.

Landsbankin vísir á, at eisini prísirnir á orku, á tilfari og fleiri ráevnum eru dýrkaðir, og tað minkar somuleiðis um tøka peningin hjá føroysku húsarhaldunum.

– Komandi rentuhækkingarnar kunnu tískil, saman við prísvøkstrinum, elva til, at húsarhaldini ikki longur kunnu bjóða eins høgir prísir við keyp av sethúsi, sum frammanundan, og tað kann koma til at tálma prísvøksturin á sethúsamarknaðinum, sigur Landsbankin.

Landsbankin sigur hinvegin, at eftirspurningurin eftir sethúsum framvegis er nógv størri enn útboðið, serliga í miðstaðarøkinum, sum fyrst og fremst kemur av stóru tilflytingini til Føroya seinastu árini.

Samanumtikið metir Landsbankin, at prísvøksturin, sum vit higartil hava sæð á sethúsamarknaðinum seinastu áleið átta árini, fer at hæsa av, men tað merkir ikki neyðturviliga, at sethúsaprísirnir beinleiðis fara at lækka í stóran mun.

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í fyrsta ársfjórðingi 2022 her.

Kelda: Landsbankin