Landslæknin: Gagnligt at avmarkað samveruna hjá ókoppsettum børnum við onnur

38 tilburðir av koronu eru staðfestir í dag, og hetta er hægsta smittutalið á einum degi, síðan smittan kom til Føroya. Smittan er serliga millum ókoppsett børn, og av somu orsøk metir landslæknin, at tað kundi verið gagnligt, um tey ókoppsett børn høvdu avmarkaða samveru við onnur.

Steinar Patursson
22. oktober 2021 kl. 16:38

Tað hevði verið gagnligt, um foreldur avmarkaðu sambandið millum teirra ókoppsettu børn og onnur, og foreldur skulu eisini til at hugsa um, hvussu tey eru um børnini hjá sær.

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, í dag, eftir at tað gjørdist greitt, at smittutalið í dag er 38.

38 smittutilburðir er tað mesta, ið er staðfest á einum degi, og tað er bert í dag og í august mánaði í fjør, at tað er komið fyri, at 38 tilburðir hava verið staðfestir á sama degi.

Landslæknin vísir á, at tað eru serliga ókoppsett børn, ið er smittað gjøgnum sosialar aktivitetir, og at ein partur av teimum smittaðu eru koppsett foreldur.

Orsøkin til, at koppsettu foreldrini eisini verða smittað, er at deltafrábrigdið smittar verri enn onnur, og at koppsetingin missir virknað yvir tíð.

Tað er deltafrábrigdið, ið ger um seg í løtuni.

Landslæknin sigur, at vit skulu ikki fara í panikk orsakað av høga smittutalinum, men at vit skulu spyrja okkum sjálvi, hvat vit kunnu gera fyri at steðga smittuni.

Tað er í hesum sambandi, at landslæknin metir, at tað hevði verið gagnligt, um samveran hjá ókoppsettum børnum við onnur varð avmarkað, umframt at foreldur skulu hugsað um sína egnu samveru saman við børnunum.

Michael Boolsen, fúti, ger eisini greitt, at smittutalið er ein áminning um, at koronufarsóttin er ikki av enn, og bæði fútin og landslæknin nýta høvið at heita á ókoppsettar føroyingar um at lata seg koppseta.