Landsapotekarin: Vit fáa ikki part av Moderna vaksinuni fyrstu vikurnar

Fyri føroyingar er tað heldur vaksinan hjá AstraZeneca, sum er áhugaverd

Ari av Rana
11. januar 2021 kl. 15:05

Í morgin koma 5000 skamtar av koronavaksinuni hjá Moderna til Danmarkar. Statens Serums Insitut hevur avgjørt, at øll vaksinan verður brúkt í Region Syddanmark.

Sambært Hjalta Gunnarstein, landslækni í Føroyum, er hetta eina skilagóð avgerð. Landslæknin heldur, at tá talan er um so smáar nøgdir av vaksinu, er betri at fáa vaksinera ein landslut, heldur enn at spjaða vaksinuna kring alt kongaríkið.

Skulu nokk bíða eftir AstraZeneca vaksinuni

Hóast Danmark fær fleiri sendingar av Moderna vaksinu komandi vikurnar, so skulu føroyingar ikki vænta at fáa lut í hesari vaksinuni enn. Landslæknin sigur, at Føroyar fingu ein størri part av Pfizer-BioNTech vaksinuni í mun til fólkatal, enn vit áttu, og tí skulu vit ikki vænta at fáa part av Moderna vaksinuni enn.

Heldur skulu vit hyggja eftir AstraZeneca vaksinuni. Hendan verður væntandi klár í byrjanini av februar mánað. AstraZeneca fer at kunna veita størri mongdir av vaksinu og tí kunnu føroyingar vænta at fáa størri nøgdir hendan vegin.