Landsliðið á veg til HM

Føroyska landsliðið í inniróðri er ávegis til Prag at kappast um heimsmeistaraheitið í inniróðri

Fríðmundur Nattestad
21. februar 2024 kl. 10:05

Tíðindaskriv frá Róðrarsambandi Føroya:

Føroyska landsliðið í inniróðri er ávegis til Prag at kappast um heimsmeistaraheitið í inniróðri.

Á liðnum eru 5 kvinnum, sum skulu luttaka í U23 og opnum bólki í 500 og 2000 metrum, umframt í liðkapping fyri kvinnur og blanda lið.

Sarita Kristina Hansen luttekur í LW23-39. Sarita hevur luttikið í altjóða kappingum í inniróðri í fleiri ár, Sarita er m.a. fleirfaldur evropa- og heimsmeistari. Umframt at vera rógvari, hevur Sarita seinastu 2 árini eisini verið landsliðsvenjari hjá føroysku landsliðunum í inniróðri, bæði fyri juniorar og vaksin. Sarita er dagliga knýtt at KíF-kappróður, har hon er venjari og róðurskvinna.

Kristina Roest luttekur í W23-39. Hetta er fyrstu ferð Kristina umboðar Føroyar uttanlands. Hon hevur tó luttikið í heimligu inniróður kappingunum á nøkur ár og hevur luttikið í føroyskum kappróðri í fleiri ár. Kristina er knýtt at FSR.

Sára Maria Johansen luttekur eisini í W23-39. Dagliga býr Sára Maria í Danmark, har hon er í lestarørindum. Sára Maria er knýtt at róðrarfelagnum KVIK og er í løtuni ein partur av einum bruttohópi til eitt áttaraprojekt hjá danska landsliðnum. 

Vár Guriardóttir Hansen luttekur í W21-22. Vár hevur luttikið í altjóða inniróður kappingum í fleiri ár og hevur eisini verið sjónlig í heimligu kappingunum. Vár var í 2023 á danska landsliðnum í skullara.

Zoe E. Dickson skal luttaka í LW21-22. Zoe býr í Danmark, har hon er í lestrarørindum og er knýtt til róðrarfelagið DSR. Zoe luttók við góðum úrsliti í dupultskullara á danska ungdómslandsliðnum í 2023. Í løtuni er hon knýtt at einum OL-projekti í dupultskullara.

Sí umtaluna World Rowing hevur á heimasíðu sínari her 

Føroysku rógvararnir kappast hesar tíðir (føroyskar tíðir)

Fríggjadagin verður róð 500 metrar og liðkapping.

Heatnr.

Kl. 

Bólkur

Navn

117

14.16

M19-20

Símun Tórur Joen-Jacobsen (luttekur virtuelt)

118

14.23

LW21-22

Zoe E. Dickson

119

14.30

W21-22

Vár Guriardóttur Hansen

120

14.39

LW23-39

Sarita K. Hansen

121

14.46

W23-39

Sára Maria Johansen

121

14.46

W23-39

Kristina Roest

130

17.28

W Team

Faroese Vikings (Zoe, Sarita, Vár, Kristina)


Leygardagin kappast allar 2000 metrar og liðkapping.

Heatnr.

Kl. 

Bólkur

Navn

220

13.06

W21-22

Vár Guriardóttur Hansen

220

13.06

LW21-22

Zoe E. Dickson

225

14.48

LW23-39

Sarita K. Hansen

228

15.28

W23-39

Sára Maria Johansen

228

15.28

W23-39

Kristina Roest

229

15.51

Mix Team

Mass Movers (Vár, Sára Maria + 2)

229

15.51

Mix Team

North Atlantic Racing Organisation (Sarita + 3)


Úrslit og myndir frá kappingini kunnu síggjast á www.innirodur.rsf.fo, á Instagram vanganum Faroeserowing og á Facebook vanganum hjá Róðrarsamband Føroya.