Landsliðið úttikið til EM-undandystirnar í november

Landsliðsvenjararnir hjá monnum, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið hesar 17 leikararnar til EM-undandystirnar móti Kekkia tann 4. og 7. november. Enn er óvist, um áskoðarar sleppa til heimadystin

Sigurjón Einarsson
20. oktober 2020 kl. 09:31

So er landsliðshondbóltur aftur á skránni. Føroyska A-landsliðið skal møta Kekkia tvær ferðir innan fyri tríggjar dagar. Fyrri dysturin verður á útivølli í Kekkia 4. november, meðan heimadysturin verður í høllini á Hálsi tann 7. november.

Enn er óvist, um áskoðarar sleppa at stuðla sínum monnum til heimadystin. Men um so verður, so verður tað eitt avmarkað tal av áskoðarum, ið sleppa inn í høllina, sigur Ári Rouch, aðalskrivari, frá Hondbóltssamband Føroya við Dimmalætting.

- Um vit fáa loyvi til at hava áskoðarar til heimadystin, so verður tað eitt avmarkað tal av áskoðarum, ið koma at vera aftanfyri bæði málini. Langsíðan verður ikki brúkt, sigur Ári Rouch.

Talan er um eina avbjóðandi uppgávu fyri føroyska liðið, tí Kekkia er hægst styrkismett av teimum fýra liðunum í bólki trý. Hini liðini eru Russland og Ukraina. Kekkia gjørdist nummar 12 til EM í 2020 og nummar seks til EM í 2018.

Áki Egilsnes hevur av persónligum ávum valt landsliðið frá til báðar dystirnar, meðan korona avmarkar luttøkuna hjá Róki Akralíð. Rókur er lækni í Aarhus og fær ikki tikið lut í báðum dystunum, men kemur ætlandi bert at spæla heimadystin í Føroyum, meðan Pætur Mikkjalson er úttikin til útidystin í Kekkia.

Hópurin sær annars soleiðis út: 

Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Odder Elite Håndbold
Rói Berg Hansen, HØJ
Leivur Mortensen, Ajax København
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF
Peter Krogh, H71
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Pætur Thomsen, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger
Pætur Mikkjalson, SUS Nyborg
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Rógvi Dal Christansen, Fram 

Fyrri dysturin verður á útivølli í Pilzen í Kekkia mikudagin 4. november klokkan 17.10, føroyska tíð, meðan heimadysturin verður í Høllini á Hálsi leygardagin 7. november kl. 18.30.

Kelda: hsf.fo