Landsliðsleikarar hjá Italia verða koppsettir áðrenn hini

Leikararnir á italska landsliðnum hava fingið framíhjárætt at koppseta seg fyri koronu og hava longu fingið fyrra prikið

Sigurjón Einarsson
5. mai 2021 kl. 13:57

Tað er í samband við EM-endaspælið í summar, at italska fótbóltssambandið hevur søkt um at fáa sínar landsliðsleikarar skjótast gjørligt, so fyrireikingarnar til endaspælið ikki verður órógvaðar av koronufarsóttini.

Umsóknin er gingin á møti, og tí hava landsliðsleikarar fingið framíhjárætt frá heilsumyndugleikunum í stivlalandinum at koppseta seg fyri koronu. Landsliðsleikararnir hava longu fingið fyrra prikið.

Tað upplýsir italska fótbóltssambandið á heimasíðu sínari.

Tað er talan um leikarar, sum landsliðsvenjarin, Roberto Mancini, hevur í tonkunum til endaliga hópin til EM-endaspælið í summar.

Forsetin í italska fótbóltssambandinum, Gabriele Gravina, upplýsir, at 12 leikarar eru koppsettir í Rom, meðan 14-15 leikarar hava fingið fyrra prikið í Milano.

Eisini verður upplýst, at enn er eingin venjari ella leiðari, sum hava tilknýti til landsliðið, ikki fingið fyrra prikið enn.

Fleiri lond hava raðfest og givið OL-fólki framíhjárætt at verða koppsett fyri koronu í samband við OL í summar, men Italia er fyrsta landið, ið hevur givið sínum landsliðsleikarum í fótbólti hendan framíhjárættin.

Italia skal spæla allar sínar innleiðandi dystir í EM-endaspælinum í summar í Rom, sum annars er ein av vertsbýunum, ið hevur havt trupulleikar við at liva upp til krøvini hjá evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, hvussu nógv kunnu vera smittaði við koronu í vertsbýunum, har dystir verða leiktir.

- Eg vil gjarna brúka hetta høvið til at takka stjórnini fyri, at EM-endaspælið kann verða leikt her í Italia, sigur Gabriele Gravina.

EM-endaspælið byrjar tann 11. juni. Og Italia er í bólki saman við Turkalandi, Sveits og Wales.

/ritzau/