Landsstýrismaðurin tendraði 5G-netið á midnátt

Bjarni Kárason Petersen fegnast um, at Føroyar hava flutt seg inn í ein nýggjan tøkniligan veruleika

Landsstýrismaðurin tendraði 5G-netið (Mynd: Løgmálaráðið)
Fríðmundur Nattestad
15. apríl 2024 kl. 12:00

Tað var Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, ið varðar av Føroya Tele, sum á midnátt tendraði 5G-netið.

Bjarni Kárason Petersen fegnast um, at Føroyar hava flutt seg inn í ein nýggjan tøkniligan veruleika.

- Tað gongur við rúkandi ferð á fjarskiftisøkinum, og vit mugu flyta okkum, um vit skulu standa okkum í kappingini við útheimin. 5G er ein avgerandi fortreyt fyri at vit kunnu fylgja við, sigur landsstýrismaðurin.

5G-tøknin er fleirfalt skjótari enn tað vit higartil eru von við. 5G fer at gera gerandisdagin lættari og lata upp fyri nýggjum tøkniligum møguleikum.