Lars Boje Mathiesen fer eftir formannssesinum hjá Nýggju Borgarligu

Nýggju Borgarligu skal hava nýggjan formann. Pernille Vermund hevur boðað frá, at hon fer frá sum forkvinna og stillar ikki uppaftur til næsta fólkatingsval

Ragnar Sjúrðarson
17. januar 2023 kl. 19:05

Formansessurin hjá høgrakonservativa flokkinum, Nýggju borgarligu, stendur skjótt tómur. Nú hevur fyrsti politikarin í flokkinum sagt seg fara eftir sessinum.

 -       Eg meti, at eg eri tann rætti at føra víðari tí kós, sum bæði Pernille Vermund og Peter Seier hava sett fyri flokkin.

-       Eg fari at byggja víðari á grundvøllin, sum flokkurin stendur á, sigur Lars Boje Mathiesen.

 Leiðslan í flokkinum hevur í dag avgjørt, at tað skal veljast nýggjur formaður á einum eyka ársfundi tann 7. Februar.

 Lars Boje Mathiesen hevur sitið á Fólkatingi síðan valið í 2019. Til seinasta fólkatingsval varð hann endurvaldur við 11.150 atkvøðum.

 Sjálvur metur hann, at hansara royndir gera hann egnaðan til formanssessin hjá Nýggju Borgarligu

 -       Eg havi politiskar royndir, eg eri búgvin, eg havi nógv ár á baki bæði í tí almenna og tí privata og eg havi verið sjálvstøðugt vinnurekandi.