Leggja tekniskar forðingar fyri framleiðsluni

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu skilir ikki framferðina hjá landsstýrinum

Árni Gregersen
19. september 2023 kl. 11:00

Framleiðslan av laksaportiónum á Bakka á Glyvrum er í vanda fyri at detta niðurfyri, orsaka av tøkugjøldunum, sum eru áløgd alivinnuni og tí tey tekniskt raka júst ta framleiðsluna hart.

Sølusáttmálar um sølu av liðugtvøru verða gjørdir frá september og árið út, men stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, sigur, at sum lógin er sett saman nú, so er fyritøkan á Glyvrum ikki kappingaarrfør.

Á almennum fundi í summar segði landsstýrismaðurin við vinnumálum, Høgnui Hoydal, at hann helt at ein loysn var funnin á málinum, men tannn loysnin hevur ikki sæð dagsins ljós enn.

– Eg skilji als ikki hvat hendir. Fyrr mátti tað almenna gjalda studning til føroysku vinnuna, men nú hon klárar seg sjálv, og skapar nógv arbeiðspláss, verða forðingar lagdar í vegin fyri arbeiðnum, sigur Torbjørn Jacobsen, býráðsformaður í Runavíkar kommunu.

– Vit hava fingið at vita, at tað snýr seg um at gera eina tekniska loysn, men tað sær út til, at alt er steðgað upp.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, hevur sagt, at hetta fer at gera, at virksemi á Glyvrum fer at minka munandi, tí forðingarnar gera, at tey har ikki longur eru kappingarfør á marknaðinum fyri liðugtvøur.

Tað fer at loysa seg betur at selja heilan laks av landinumm.