Leið 5 og 6 hjá Bussleiðini gevast at koyra seinnapartin

Ringa veðrið hevur við sær, at leiðirnar 5 og 6 gevast at koyra seinnapartin í dag, 7. februar

Sigurjón Einarsson
7. februar 2023 kl. 15:29

Ringa veðrið hevur við sær, at leiðirnar 5 og 6 gevast at koyra seinnapartin í dag, 7. februar.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Leið 5 gevst at koyra í dag klokkan 17. Síðsti túrur úr havn er klokkan 16:10. Tá fer leið 6 av Farstøðini og hevur samband við leið 5 í Kaldbaksbotni klokkan 16:28, ið fer til Kaldbaks.

Leiðin byrjar at koyra aftur mikumorgunin 8. februar klokkan 10:16 úr Kirkjubø og klokkan 09:20 úr Kaldbak.

Leið 6 gevst at koyra í dag klokkan 16:53. Leiðin byrjar at koyra aftur mikumorgunin 8. februar klokkan 9:32 av Signabø.