Leikurin "Lykkenborg" verður frumframførdur í Miðvági

Leikurin snýr seg Miðvingin, Pól Jóhannus Poulsen, eisini nevndur Lykken. Talan er um ein minimalistiskan intimleik, har øll søgan fer fram beint fyri nøsini á teimum áleið fimmti persónunum, ið sleppa inn til hvørja sýning í Listastovuni í Miðvági

Kristian Waag Dam
4. mai 2022 kl. 21:26

Tað er leikbólkurin Det Ferösche Compagnie, ið stendur fyri leikinum. Eftir ætlan verður leikurin frumsýndur í Listastovuni í Miðvági mikukvøldið 1. juni klokkan 19. Talan er um ein minimalistiskan intimleik, har øll søgan fer fram beint fyri nøsini á teimum áleið fimmti persónunum, ið sleppa inn til hvørja sýning í Listastovuni í Miðvági.

Leikurin snýr seg Miðvingin, Pól Jóhannus Poulsen, eisini nevndur Lykken. Hann var ikki sum hini. Hugur hansara var øðrvísi og heldi ímóti listaligum arbeiði. Pól Jóhannus Poulsen var føddur mitt í 1920’inum og var yngstur av 13 systkjum. Sum ungur var hann sendur einsamallur til Rødbygård, ið var ein av ótespiligu stovnunum undir Åndssvageforsorgen. Hvussu leingi hann var á Rødbygård er óvist, men systur hansara fór eftir honum í Danmark. Tá Pól Jóhannus Poulsen flutti heim, tók systur hansara av honum. Í leikinum sæst, hvussu hann treiskaðist og, ímóti øllum brøgdum, megnaði at byggja listaverkið Lykkenborg - eina villiniborg, sum var so stór í vavi, at tann, ið sá hana, misti ondina, og so fløkjalig, at tað segðist, at tann, ið hættaði sær at fara inn í hana, kom ongantíð út aftur.

Endamálið við at siga søguna um Pól Jóhannus Poulsen, er at fáa listamannin ritaðan inn í listasøgu Føroya, og fáa Lykkenborg, stórverk hansara, endurreist sum tað týdningarmikla listaverkið tað var. Tað er Búi Dam, sum hevur skrivað leikritið og leikstjórnar. Um leikin segði Búi Dam soleiðis:

-Søgurnar um Lykkenborg og listamannin Pól Jóhannus Poulsen eru nógvar í tali, og fleiri teirra eru rættiliga ótrúligar. Tí hava vit hava valt at skapa eina søgu, sum er ein samanrenning av veruleika og fiktión.

Kristina Sørensen Ougaard spælir allar leiklutirnar á palli, og Dánjal á Neystabø er tónasmiður og hevur ljóðmyndina um hendi. Pallmyndina hevur Sámal Blak sniðgivið og Súni Joensen ger ljósmyndina. Búi Rouch er koreografur og hjálparleikstjóri, og Urd Johannesen er framleiðari. Um verkætlanina sigur Kristina Sørensen Ougaard:

-Búi og eg hava gjørt eina rúgvu av kanningararbeiði. Vit hava lisið um tíðina og samfelagið, sum Pól Jóhannus var partur av og tosað við heimildarfólk í Miðvági. Hesa vitanina hava vit blandað saman við ein fiktivan heim."

Leikurin um merkisverda miðvingin, Pól Jóhannus Poulsen, verður frumsýndur í Listastovuni í Miðvági 1. juni. Síðan verða nakrar sýningar afturat í Miðvági og síðani í Fuglafirði. Síðst í juni og fyrst í juli fer leikurin eftir ætlan til Klaksvíkar, Tvøroyri og Runavíkar. Beint eftir ólavsøku verður leikurin framførdur í høvuðsstaðnum.

Atgongumerki eru at fáa á atgongumerki.fo