Leita eftir vitnum til tvey mál um harðskap

Annar tilburðurin var í Klaksvík og hin var í Havn

Áki Bertholdsen
15. apríl 2024 kl. 07:50

Hetta hevur verið eitt vikuskifti har løgreglan hevur havt nógv at gera. Eitt nú hava tey fingið tvey mál um harðskap, sum tey nú royna at fáa greiði á. Annað var í Havn leygarnáttina, og hitt var í Klaksvík sunnunáttina og í báðum førum leitar løgreglan eftir vitnum, sum kunnu hjálpa teimum at fáa greiði á, hvat tað er, sum er farið fram.

Tann fyrri tilburðurin var utttan fyri eina pitsa-sølubúð í Sverrisgøtu í miðbýnum í Havn ímillum klokkan 04.30 og klokkan 04.45 leygarnáttina har ein maður varð álopin. Løgreglan sigur, at fyribils eru tríggir mans skuldsettir fyri harðskap og kanska verður ein afturat skuldsettur.

Men løgreglan sigur, at er tað onkur, sum hevur verið har um vegir í hesum tíðarskeiðnum, frætta tey fegin, so at málið kann verða lýst út í æsir. Tey hava annars avhoyrt nøkur fólk og tey kanna eisini vakmyndatól har um vegir. 

Í sambandi við hetta málið eru tveir mans varðhaldsfongslaðir, annar í níggju dagar og hin í fýra vikur

Hin tilburðurin fór fram uttan fyri skeinkistaðið Mollys í Klaksvík sunnunáttina ímillum klokkan 4 og 4.30. Løgreglan sigur í hesum føri var talan um harðskap og hóttanir. Tey vita hvør gerningsmaðurin er, men hann er ikki tikin enn.

Løgreglan sigur, at eisini í hesum føri frætta tey fegin frá fólki, sum hava sæð nakað fyri at fáa greiði á, hvat tað er akkurát, sum er farið fram.

I báðum førum fór offrið til lækna til kanningar og fyri at staðfesta skaðarnar, men løgreglan hevur áður sagt, at talan mest er um snuddir.