Leita nú eftir hóskandi navni til nýggju stórhøllina

Nú fáa fólk høvi at senda uppskot inn og tað besta uppskotið fær virðisløn

Áki Bertholdsen
17. mai 2023 kl. 17:09

Herfyri varð sjøtul settur á arbeiðið at gera risastóru marghøllina í Hoyvíkshaganum. Higartil hevur høllin verið kallað Føroya Arena.

Men ætlanin er ikki, at hetta skal vera endaliga navnið, so nú bjóða tey almenninginum at senda teimum uppskot um nýtt navn. Sostatt verður nú navnakapping fyri nýggju stórhøllina við Stórutjørn.

Marghøllin letur upp í januar 2025, og tá vilja fyrireikararnir hava eitt varandi og minnisvert navn til hesa stórfingu høllina.

Fyri at fáa fólk við í arbeiðið at finna tað besta navnið til nýggju høllina, hava fyrireikararnir gjørt av at skipa fyri eini navnakapping, har ið øll áhugað fáa høvið at brúka hugflogið og senda sítt uppskot inn.

Tað er avgerðandi fyri fyrireikararnar, at navnið endurspeglar føroyska mentan og samleika, og samstundis skapar eina kenslu av felagsskapi og stoltleika ímillum fólk.

Kappingin er almenn, og einki mark er fyri, hvussu nógv uppskot ein kann senda inn. Fyri at tryggja, at tað verður valt rættvíst og hóskiligt, fer eitt lið av umboðum fyri ymsar bólkar, yrkisøki og ábyrgdarar at velja tað endaliga navni.

Nýggja marghøllin verður eitt týdningarmikið savningarstað fyri alskyns tiltøk í sambandi við ítrótti, mentan og undirhald.

– Tað er sera umráðandi, at navnið eisini festir seg hjá øllum her heima og úti, siga fyrireikararnir.

Tann, sum eigur tað besta uppskotið, fær 5.000 krónur í virðisløn og seinasta freist at lata uppskot inn er 1. juli 2023. Vinnarin verður kunngjørdur í septembur 2023, siga tey í tíðindaskrivi