Lena Anderssen útgávukonsert útseld

Útgávukonsertin við Lenu Anderssen í Løkshøll 3. mai er nú útseld

Fríðmundur Nattestad
7. februar 2024 kl. 13:52

Sætta heildarútgávan hjá Lenu Anderssen, State of the Land, kom út 26. januar. Í hesum sambandi hevur Lena útgávukonsert í Løkshøll í Runavík 3. mai.

Sigast má at eftirspurningurin hevur verið stórur, tí longu nú er konsertin útseld.

Nýggja útgávan, State of the Land, kann hoyrast her.