List, ið bjóðar av, í Gallarí Havnará

Fernisering verður 23. februar klokkan 16

Tíðindarskriv - Gallarí Havnará
23. februar 2024 kl. 13:00

Tann listin, sum ikki kínur tær, men torir at taka fast í teg, rista teg eitt sindur og vekja aðrar kenslur enn bara vælveru, er ofta tann áhugaverdara listin. Tann listin, sum fær teg at hugsa.
 

Í Gallarí Havnará, eru vit errin og spent, nú Øssur Johannesen, Tummas Jákup Thomsen og Ludvík á Brekku koma at sína fram. Hetta eru tríggir listamenn, ið skapa sterka og hugvekjandi list og sum ikki ræðast tað, ið ikki er klassiskt pent.

Fjølistamaðurin Øssur Johannesen er altíð heilhjartaður og markantur, um tað snýr seg um tónleik, ritlist ella málningar, so ert tú ongantíð í iva um, at hetta er 100% Øssur.
 

Hansara málningar hava prýtt framsýningarveggir heima og úti. Hann hevur í nógv ár verið útiseti, og hetta hevur avmarkað mongdina av framsýningum í Føroyum, tí er hetta eitt sera forkunnugt høvi, at fáa fatur á hansara list her heima.

Tummas Jákup Thomsen er myndlistamaður í orðins víðastu merking. Hann hevur í mong ár fingist við installatiónslist, myndatøku, træskurð, etsing og mangt annað. Eitt, ið eyðkennir listaleiðina hjá Tummas Jákupi, er evnini at tora, at tora at royna okkurt nýtt. Tora at bróta karmarnar, at avbjóða tilfarið, ella  avbjóða okkum sum hyggja at. Hetta ger hansara list viðkomandi og sterka.

Ludvík á Brekku er eisini fjølistamaður: myndlistamaður, rithøvundur og tónleikari. Ludvík hevur illustrerað fleiri bøkur, umframt at hann hevur havt fleiri soloframsýningar. Hann hevur eisini luttikið á fleiri felags framsýningum, m.a. júst her í Gallarí Havnará.  Listin hjá Ludvíki fevnir mest um oljumyndir og vatnlitsmyndir, men sum tann forvitni listamaðurin eru bæði videolist og kollasjur í listaskjáttuni hjá Ludvíki.


Fernisering verður 23. februar kl 16.00 og Ole Wick heldur røðu, og Bartal Augustinussen singur og spælurnøkur løg, øll eru vælkomin.

Framsýningin verður opin frá 23.feb til 1. Mars, frá kl. 16.00 – 18.00