Listakvinna úr Finnlandi sýnir fram í Havn

Framsýningin letur upp seinnapartin í morgin og tá er listakvinnan eisini. til staðar

Áki Bertholdsen
4. august 2023 kl. 13:19

Klokkan trý seinnapartin í morgin, leygardagin, letur listaframsýning upp í Víngarðinum í Havn. 

Tað er finsku listakvinnann, Eija Mäkivuoti, sum hevur framsýningin. Hon býr og arbeiðir í Helsinki, men er javnan á ferð í Norðurlondum ikki minst í Føroyum, sum hon hevur vitjað óteljandi ferð. 

Hon hevur ofta verið á G! og í øðrum tónleikatiltøkum, har hon hevur samstarvað við fleiri føroyskar tónleikabólkar, sum hon hevur fotograferað. Herfyri hevði hon eina hugtakandi minnisframsýning fyri Mikkjali G. Hansen & SIC í Smiðjuni í Lítluvík. 

Í 2015 gav Sprotin út vøkru listafotobókina hjá Eiju Mäkivuoti; Havin hjá Birgit við myndum og søgum úr Føroyum, soleiðis sum Eija sær okkara land og fólk.

Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at her um leiðir kenna vit hana helst best fyri fotomyndirnar, men á framsýningini í Víngarðinum eru eisini bjartlittir vatnlitsmálningar og kollasjur. 

Hon fær íblástur nógva staðni bæði í náttúruni og í listafólkabústaðinum í húsunum hjá Janusi Kamban, har Eija hevur búð og arbeitt fram móti framsýningini. 

Verkini eru í stóran mun um vatn og sjógv, sum listakvinnan bæði er hugtikin av myndevnisliga, samstundis sum hon persónliga ikki er heilt álvilig við havið – hon fær sjóverk av at sigla og hevur leingi verið bangin fyri at svimja.

Ein partur av framsýningini snýr seg um kvinnur við sjógv, her listakvinnan tekur støði í fotomyndum úr Skjalasavninum og aðrastaðni. 

Á ein hátt kann sigast, at framsýningin eisini er farin at snúgva seg um viðurskiftini hjá Eija Mäkivuoti við sjógv og við litir. Hon hevur arbeitt tætt við sjógv og hevur gjørt vatnlitsmyndir í samstarvi við vatnið í aldum, hvørs rørslur hava blandað litirnar og verið við til at forma myndirnar. 

Vil nakar hava orðið á listakvinnuna, er hon til staðar í Víngarðinum frá klokkan 15-17 í morgin.