Listamaður bjóðar fólki á gátt

Tað er opið seinnapartin leygardagin og sunnudagin

Áki Bertholdsen
9. november 2023 kl. 13:00

Leygardagin og sunnudagin eru fólk vælkomin á gátt í atelierinum hjá Finleifi Mortensen, listamanni, og tað er Undir Tórvbrekku á Strondum

At hava opið atelier er ikki ókent aðra staðni har listafólk lata dyrnar upp til eina ørvísi framsýning í Atelierinum har listin eisini verður til.
Umframt nakrar nýggjar málningar er møguligt at síggja nakrar eldri málningar og skitsur.