Lítið ferðsluóhapp varð dýrt hjá einum bilførara

Skaðin var lítil, men avleiðingin stór

Áki Bertholdsen
16. mars 2024 kl. 09:56

Seinnapartin í gjár hendi eitt lítið ferðsluóhapp á Glyvrum. Talan var um ein bil, sum steðgaði við ein gonguteig tí fólk skuldu yvirum. 

Men bilurin, sum koyrdi aftan fyri, var akkurát ov seinur at bremsa og bar við bilin frammanfyri. 

Skaðin var at kalla eingin, men av tí at talan er um brot á ferðslulógina, verður málið tikið upp til viðgerðar. 

Bilførarin, sum koyrdi aftan fyri, hevur nevniliga ikki hildið neyðugu frástøðuna til bilin frammanfyri og tað kostar honum eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót, hóast at kalla eingin skaði var.