"Lítla samgonga" fundast um fíggjarlógina

Stóri politiski knúturin, sum skal loysast í ár, er fíggjarlógin fyri 2024

Árni Gregersen
13. september 2023 kl. 12:10

Við mongu vallyftunum hjá samgonguflokkunum, umframt viðurskiftini við Russland, hevur samgongan stórar politiskar avgerðir at taka í samband við fíggjarlógina fyri 2024.

"Lítla Saamgonga", sum er landsstýrið og leiðararnir í samgonuflokkunum, situr í løtuni og arbeiðairvið stóru málunum.

Styttri arbeiðsvika, lønarlyft, sáttmálin við Russland og mong onnur mál eru á borðinum, nú ferð er komin á hetta arbeiðið.

Búskaparráðið segði í heystfrágreiðingini, at verður onki gjørt, so fáa vit eitt háll á fíggjarlógini næsta ár uppá góðar 200 miljónir krónur

Aksel V. Johannesen situr fyri borðendanum, nú fundast verður.