LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin

P/F Tryggingarfelagið LÍV hevði eitt yvirskot eftir skatt á 14,8 mió. kr. í 2023

Tíðindaskriv LÍV
3. mai 2024 kl. 19:00

Í 2023 bjóðaði Tryggingarfelagið LÍV fleiri enn 1000 nýggjum kundum vælkomnum. Kundaportalurin varð mentur við fleiri møguleikum. Í 2023 varð avgerð tikin um, enn einaferð at lækka kostnaðin hjá kundum við marknaðarrentu.  

Tryggingarfelagið LÍV hevur havt aðalfund. Tað er nógv at gleðast um hjá Føroya størsta eftirlønarveitara, sum í 2023 bjóðaði yvir 1000 kundum vælkomnum.

P/F Tryggingarfelagið LÍV hevði eitt yvirskot eftir skatt á 14,8 mió. kr. í 2023. Eftir eitt avbjóðandi ár á fíggjarmarknaðinum í 2022, so rættaðist hetta aftur í 2023. Í 2023 hevði felagið eitt samlað íløguavkast á 255,4 mió. kr.

Kundaportalurin mentist við fleiri møguleikum í 2023, millum annað sæst tryggingaryvirlitið í kundaportalinum, inngjøld, avkøst, váðisgjøld, umsitingarkostnaður og væntaða útgjald við eftirlønaraldur. Tað verða áhaldandi mentar fleiri tekniskar loysnir í kundaportalinum, sum skulu gera tað lættari hjá kundanum at fáa innlit í egnar uppsparingar og tryggingar, og at avgreiða síni viðurskifti tá tað passar honum. Í hesum sambandi áliggur tað felagnum at kunna um hesar áhugaverdu og framkomnu loysnir.

Kundin eigur LÍV og tað sæst aftur í millum annað lága kostnaðinum. 1. januar 2023 lækkaði kostnaðurin. Fasta árliga umsitingargjaldið fór úr kr. 300 niður í kr. 180, meðan leypandi umsitingargjaldið av inngjaldinum lækkaði frá 5% niður í 4%. Í endanum av 2023 varð avgerð tikin um, enn einaferð at lækka kostnaðin, hesa ferð fór fasta árliga umsitingargjaldið niður í kr. 150 og leypandi umsitingargjaldið niður í 3% av árliga inngjaldinum.  

Í 2023 fingu kundarnir møguleika at velja váðastøði. Tað er at fegnast um, at fleiri taka støðu og velja tað støði, sum passar teimum. Her áliggur ein áhaldandi uppgáva hjá felagnum at kunna um hendan møguleika, soleiðis at kundin verður tilvitaður um at velja tann váða, sum passar viðkomandi, soleiðis at væntaða avkastið stendur mát við ætlaða váðan hjá einstaka kundanum.

LÍV hevur havt sum eitt av aðalmálunum í 2023 at gera íløgur í íbúðir til leigumál. Avtala bleiv gjørd við Bústaðir um 22 leiguíbúðir á Heimasta Horni. Arbeitt varð áhaldandi í 2023 at gera fleiri avtalur um bygging av leiguíbúðum, og í apríl 2024 varð komið á mál við tveimum byggiverkætlanum við tilsamans 63 íbúðum, ein á Argjum og ein í Klaksvík.

 

Tað er at fegnast um, at í 2023 valdu fleiri fakfeløg at dagføra sínar avtalur við virknaði frá 1. januar 2024. Limirnir í hesum fakfeløgum eru nú enn betri tryggjaðir um teir verða raktir av sjúku ella fella frá. Í 2023 viðgjørdi LÍV fleiri enn 700 skaðabótamál. Tá lívsviðurskifti broytast, so kann ein fíggjarligur stuðul hjálpa í einari truplari støðu. Útgoldið vóru góðar 161,5 mió. kr. til eftirlønir og persónstrygggingar.

 

Samlaðu inngjøldini vóru í 2023 415 mió. kr.  

 

Lyklatøl 2023

2023                                        2022

Bruttoinngjøld            415,2 mió. kr.             420,4 mió. kr.

Íløguavkast                  255,4 mió. kr.             -432,2 mió. kr.

Rakstrarkostnaður      14,3 mió. kr.                  17 mió. kr.

Úrslit eftir skatt           14,8 mió. kr.                   19,9 mió. kr.   

Eginogn                       177,9 mió. kr.               169,8 mió. kr.

Javni                            4,076 mia. kr.              3,573 mia. kr.

Ársfrágreiðingarnar hjá LÍV samtakinum kunnu lesast her.

 

Aðalfundir hjá feløgunum

Ognarfelagið LÍV, P/F Fakfelag og Tryggingarfelagið LÍV høvdu aðalfundir síðst í apríl 2024.

Í Ognarfelagnum eru hesi vald:

Lisa Frederiksberg, forkvinna,

Eyðdis Ellendersen, næstforkvinna,

Sofus Debes Johannesen, kassameistari og

Regin Olsen, eykalimur fyri formansskapin

 

Ognarfelagið hevur valt Honnu í Horni og Árna Arge at umboða seg í nevndini í Tryggingarfelagnum LÍV. Hanna í Horni er vald fyri tvey ár, meðan Árni Arge er valdur fyri eitt ár.

 

Í P/F Fakfelag eru hesi vald:

Pætur Niclasen, formaður,

Suni Simonsen, nevndarlimur,

Súni Selfoss, nevndarlimur,

Borgný Mohr, nevndarlimur og

Óluva í Gong, nevndarlimur og stjóri í P/F Fakfelag.

Arnfinn Bech (nývaldur) og

Sanna á Løgmansbø (nývald)

 

Nevndin í Tryggingarfelagnum LÍV er afturvald av aðalfundinum 30. apríl 2024. Í henni sita:

Høgni Olsen, formaður,

Hanna í Horni, næstforkvinna,

Súni Selfoss, nevndarlimur,

Kári Petersen, nevndarlimur og

Árni Arge, nevndarlimur.

 

P/F LÍV lívs– og pensjónstryggingarfelagið hevði eisini aðalfund 30. apríl.

Nevndin bleiv afturvald og í henni sita:

            Finn Danberg, formaður

            Gunnleyg Árnafjall, næstforkvinna

            Høgni Olsen, nevndarlimur

            Kári Petersen, nevndarlimur og

            Árni Arge, nevndarlimur

 

Ársfrásøgnin hjá felagnum kann lesast her.