Liverpool heldur lív í vónini um Champions League

Liverpool greiddi í kvøld sína skyldu og er enn í dystinum um eitt pláss í top 4

Ragnar Sjúrðarson
15. mai 2023 kl. 22:15

Við einum 0-3 sigri á kreppurakta Leicester hevur Liverpool nú eitt stig upp til bæði Manchester United og Newcastle, sum liggja á ávíkavist triðja og fjórðaplássi, men tó hava leikt ein dyst færri. 

Curtis Jones skoraði tvær ferðir í fyrra hálvleiki og Trent Alexander-Arnold bankaði eitt fríspark í málið eftir steðgin.

Tað eru einans liðini, sum enda í top fýra í Premier League, sum fáa atgongd til Champions League eftir summarfrítíðina.

Liverpool skal tí vóna, at minst ein av kappingarneytunum snáva í teimum síðstu landskappingardystunum, sum Manchester United og Newcastle mangla at spæla, um har skal spælast Chanpions League fótbóltur á Anfield í komandi kappingarári.

Leicester liggur á 19 plássi í Premier League og hevur við tveimum dystum eftir tvey stig upp til Everton, sum liggur omanfyri niðurflytingarstrikuna.