Løgmaður bíðar eftir Miðflokkinum

Løgmaður er opin fyri møguleikanum at seta ein nýggjan landsstýrismann úr Miðflokkinum, men í løtuni má løgmaður bíða eftir útspæli frá Miðflokkinum, um hvat skal henda við samgonguni

Steinar Patursson
8. november 2022 kl. 11:17

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, loysti fyri løtu síðani Jenis av Rana úr starvi, men løgmaður veit ikki at siga, hvør støðan er við samgonguni enn.

Við Kringvarpið segði Bárður á Steig Nielsen fyri løtu síðani, at hann hevur sjálvur ikki steðgað samgongusamstarvinum, og at nú má hann bíða eftir at vita, hvørjar niðurstøður Miðflokkurin kemur til, nú formaðurin í flokkinum er koyrdur frá sum landsstýrismaður.

Løgmaður sigur, at hann hevur spurt Jenis av Rana um svar í hesum sambandi, men at Jenis av Rana hevði tá einki svar at geva, og tí er neyðugt at bíða eftir einari útmelding frá Miðflokkinum.

Løgmaður sigur kortini, at hann er opin fyri, at ein nýggjur landsstýrismaður verður funnin í Miðflokkinum.

- Um Miðflokkurin er sinnaður at fremja tey málini, sum liggja fyri framman hjá okkum, so er upplagt, at vit kunnu seta ein nýggjan landsstýrismann fyri Miðflokkurin. Men tíðin má vísa, hvat Miðflokkurin er sinnaður at gera, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við Dimmalætting.

Tað er heldur ikki ítøkiligar ætlanir um val í løtuni staðfestir løgmaður, sum altso bíðar eftir einari útmelding frá Miðflokkinum.

- So leingi sum parlamentariska grundarlagið er til staðar, so verður einki val. Men so skjótt sum parlamentariska grundarlagið er fokið, er eingin annar útvegur enn val.