Løgreglan fer at hava venjing í Hoydølum í dag

Seinnapartin fer løgreglan at hava venjing í Hoydølum

Sigurjón Einarsson
17. januar 2023 kl. 10:43

– Gevið gætur!

– Løgreglan venur seinnapartin í dag millum klokkan 12 og 16 í Hoydølum og býlingunum omanfyri.

– So, um tað síggjast servand løgreglufólk í økinum, so óttast ei, tí talan er um venjing, skrivar løgreglan á sínum Facebook-vanga.

Tað elvdi til nakað av kjaki á vári í fyrrárið og í fjør, tá vápnað og væl mannað løgreglulið vandu ymsastaðni í Havnini.

Í november í 2021 lopti tað hvøkk á summi, at tey sóu alvápnað løgreglulið í skottryggum vesti og hjálmi í miðbýnum. Vaktleiðarin á løgreglustøðini segði tá við Dimmalætting, at nakrar uppringingar komu til løgregluna.

– Tey flestu, ið ringdu til løgreglustøðina í gjár (tann 10. november í 2021, red.) vóru bert forvitin at vita, hvat var áfatt, men onkur var eisini firtin, ger vaktarleiðarin greitt.

Løgreglan hevur greitt frá, at tað er neyðugt at hava slíkar venjingar í bygdum øki, tí at um venjingarnar skulu fyrireika løgreglufólk til at kunna taka seg inn í hús, handilsbygningar og annað, so nyttar lítið at gera venjingarnar úti í haganum ella óbygdum øki.