Løgreglan fer í hernað ímóti ólógligum prutlum

Tað eru nógvir trupulleikar av prutlum kring landið

Áki Bertholdsen
13. september 2023 kl. 09:33

Nógva staðni kring landið hava fólk stóran ampa av ungdómum, sum koyra runt á prutli. Og tað er ofta seint á kvøldið, og um náttina, so fólk fáa ikki náttarfrið.

Samstundis eru fleiri av prutlinum ólóglig, so tey bæði larma illa og koyra nógv skjótari enn tey hava loyvi til.

Løgreglan sigur tey taka prutl av og á, men hesa næstu tíðina fer løgreglan undir eina rættiliga herferð ímóti ólógligum prutlum. 

Tað merkir, at tey fara at gera nógv burtur úr at fara runt - bygd av bygd - at kanna prutl. Verða prutl tikin fyri at koyra ov skjótt, verður nummarplátan tikin av teimum, og eigarin fær ikki nummarplátuna aftur, fyrr enn hann hevur verið á Akstovuni til sýn við prutlinum.