Løgreglan: Happing atvoldin til skúlaskjóting í Finnlandi

Tann mistonkti segði undir avhoyringini, at hann var offur fyri happing, og tann kunningin er eisini játtað í innleiðandi kanningunum hjá løgregluni

Ragnar Sjúrðarson
3. apríl 2024 kl. 19:20

Tað var eftir øllum at døma orsakað av happing, at ein 12 ára gamal drongur í gjár doyði, tá ein javnaldrandi drongur skeyt á einum skúla í Finnlandi.

Tað upplýsir finska løgreglan.

-   Tann mistonkti segði undir avhoyringini, at hann var offur fyri happing, og tann kunningin er eisini játtað í innleiðandi kanningunum hjá løgregluni, skrivar finska løgreglan sambært tíðindastovuni Reuters.

Misstonkti drongurin fekk fatur á vápninum gjøgnum ein tættan familjulim.

Undir innleiðandi samrøðunum við løgregluni viðgekk hann at hava skotið, men enn hevur ongin talað alment vegna 12 ára gamla dreingin.

Drongurin er í varðhaldi hjá sosialu myndugleikunum, tí hann av sínum unga aldri ikki kann setast handan rimar.