Løgreglan hevur havt eina friðarliga nátt

Tað hevur ikki verið nógv at gera uttan ymiskt smáttarí

Áki Bertholdsen
4. mai 2024 kl. 10:28

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið serstakliga friðarligt hjá løgregluni. Sostatt hevur ikki verið nógv at gera uttan ymiskt smáttarí.

Seinnapartin í gjár kom eldur í ein traktor á einum bóndagarði á Skálafjørðinum. Traktorurin fekk stóran skaða og løgreglan fer nú at kanna hann fyri at vita um tey fáa greiði á, hví eldur kom í hann.

Beint fyri klokkan 23 í gjárkvøldið ringdu fólk til løgregluna at kæra seg um, at nakrir unglingar beistaðust og larmaði nakað illa. 

Løgreglan fór á staðið og fekk eitt prát við unglingarnar, sum vóru um 14-16 áta gamlir. Tey høvdu ikki gjørt nakað og tá ið løgreglan hevði fingið eitt gott prát við tey, var friður. 

Løgreglan hevur eisini kannað skeinkistøð, men har vórj øll viðurskifti, sum tey skuldu. Løgreglan steðgaði eisinifleiri bilum, men allir bilførararnir vóru edrúir, og so var tað onkur, sum hevði tónleikin so hart frá, at onnur høvdu ampa av tí, men tað varð eisini avgreitt í øllum góðum.