Løgreglan lagt hald á 2,4 tons av kokaini

Virði á stóru nøgdini av kokaininum er mett til at vera heili 677 milliónir dollarar

Ragnar Sjúrðarson
4. mars 2023 kl. 14:56

Eitt samstarv millum myndugleikarnar í Avstralia og USA hevur í dag úrslitað í, at løgreglan hevur lagt hald á 2,4 tons av kokaini.

Tað skrivar Reuters.

Kokaini bleiv funnið umborð á einum skipi, sum sigldi nær suðuramerikonsku strondini ávegis til Avstralia, og sambært myndugleikunum hava rúsevnini samband við brotsmenn í Meksiko.

12 fólk eru handtikin í málinum, men tað er óvist hvønn leiklut fólkini hava. Tjóðskapur teirra er heldur ikki almennur enn.

Hetta er ein tann størsta nøgdin, løgreglan í Avstralia nakrantíð hevur lagt hald á.

2,4 tons svarar umleið til helvtina av mettu nøgdini av kokaini, sum verður brúkt uppá eitt heilt ár í øllum Avstralia.