Løgtingsmaður er nýggjur í B36 nevndini

Tveir nýggir nevndarlimir vórðu valdir á eykaaðalfundinum, sum var í kvøld

B36 nevndin frá vinstru: Súsanna, Sigurd, Marita, Uni, Maj-Britt og Jaspur. Poul Rói manglar á myndini. Mynd: B36
Jóannes Hansen
29. november 2023 kl. 20:58

B36 hevði eykaaðalfund í kvøld. Einasta mál á skrá var nevndarval. Fleiri feløg hava broytt aðalfundin soleiðis, at eykaaðalfundur er stutt eftir kappingarlok. Tá er nevndarval á skrá. Vanligi aðalfundurin er so seinni á vetrinum, og tá er formansfrágreiðing, ársroknskapur og onnur mál á skrá.

Á fundinum í kvøld takkaðu nevndarlimirnir Bogi Petursson Nielsen og Dánjal Petersen fyri seg.

Nýggj í nevndini eru Uni Holm Johannesen og Jaspur Enghamar.

B36 skrivar, at eini 60 fólk vóru møtt, og tað gekk skjótt at avgreiða einasta málið á skránni. 45 minuttir seinni hevði nevndin skipað seg.

Marita Debess Magnussen, forkvinna
Súsanna Maria Hansen, næstforkvinna
Jaspur Enghamar, kassameistari
Sigurd Rasmussen, skrivari
Uni Holm Johannesen, Maj-Britt Hellisdal og Pól Rói Mohr, nevndarlimir

Felagið takkar Boga og Dánjal fyri teirra arbeiði fyri B36 og ynskja Una og Jaspuri vælkomnum – og sjálvandi allari nevndini góðan eydnu, skrivar B36.