Reality Awards: Martin tilnevndur til ársins drama

Martin Dirch Brodersen er í uppskoti til at vinna ársins drama til Reality Awards 2024 fyri eitt brot, sum hann heitti DR á at taka úr sendirøðini “Gift ved første blik”

Ragnar Sjúrðarson
18. november 2023 kl. 15:45

46 ára gamli danin Martin Dirch Brodersen, sum nú býr í Danmark, men sum í nógv ár búði í Havn, luttók fyrr í ár í donsku sendirøðini "Gift ved første blik" hjá Danmarks Radio.

Í byrjanini av sendirøðini vórðu Martin Brodersen og Pernille Mikkelsen gift við fyrsta eygnabráði, men eftir at hava verið gift í ein mánað, valdu tey at fara hvør til sítt.

Hjúnabandið byrjaði at rapla eftir at Pernille gjørdi greitt, at hon ikki fór at búgva saman við einum manni aftur, meðan Martin greiddi frá, at hann hevði tørv á at búgva saman við maka sínum og ikki var heitur uppá tankan um bara at vera “weekendkærester”.

Í næstsíðsta partinum komu kenslurnar av álvara sjóndar. Martin hevði bjóðað Pernille til døgurða har hann ynskti at fáa greiðu á hjúnabandinum. Samrøðan endaði við kegli og Martin bleiv so óður, at hann slóg nevan hart í borðið. 

Martin angraði beinavegin, at hann hevði sligið nevan í borðið og var skjótur at biðja um umbering.

Í samrøðu við BT segði Martin, at hann hevði biðið DR um at taka brotið úr sendingini, sum í dag hevur tryggjað honum eina tilnevning til ársins drama í danska reality-heiminum.

Reality Awards verður leygarkvøldið 13. Januar 2024.