Lótu grindina fara

Tað vóru so fáir hvalir, at tað loysti seg ikki at fara eftir henni

Áki Bertholdsen
11. juni 2024 kl. 07:36

Tíðiliga í morgun varð ein grind funnin inni á Vágsfjørði. Hon varð sædd av landi, men teir lótu hana fara.

Løgreglan sigur, at grindin var so lítil, - bara nakrir heilt fáir hvalir - at sýslumaður og grindaformenn komu til ta niðurstøðu, at tað var ikki ómakin vert at seta alt apparatið í gongd fyri at fáa fatur á henni.