Lukasjenko: Prigozjin er aftur í Russlandi

Hvítarussiski forsetin váttar, at Prigozjin ikki longur er staddur í Hvítarusslandi, men er farin til Skt. Petersborg

Ragnar Sjúrðarson
6. juli 2023 kl. 12:40

Forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, sum í síðstu viku meklaði eina avtalu um at enda uppreisturin hjá Wagner bólkinum í Russlandi, hevur í dag boðað frá, at tann russiski leiguhermaðurin Jevgenij Prigozjin ikki er staddur í Hvítarusslandi longur.

Tað skrivar Reuters.

Lukasjenko segði tann 27. Juni, at Prigozjin var komin til Hvítarusslands, sum ein partur av avtaluni.

Men í dag hevur sagt við tíðindafólk í Hvítarusslandi:

-    Prigozjin er nú í Skt. Petersborg. Hann er ikki longur á Hvítarussiskum landøki.

Lukasjenko upplýsir, at tilboð hansara um at lata Wagner bólkin hava nakrar av sínum hermonnum í Hvítarusslandi enn er galdandi.

Hann sigur, at hann ikki sær tað sum ein vansa fyri Hvítarussland og heldur ikki, at Wagner-hermenn nakrantíð fara at skaða hansara land.