Lumpaðu 1.000 krónur av eini hjálpsamari kvinnu í gjár

Ein kvinna var hjálpsom - men tað skuldi hon ikki havt verið í hesum føri

Áki Bertholdsen
17. september 2023 kl. 10:00

Í gjár komu eini boð inn á boðklivan hjá eini kvinnu á Facebook. Boðini vóru frá einum granna, sum hon kendi væl, og sum hevði fingið trupulleikar. 

Grannin hevði brúk fyri at fáa 1.000 krónur í eini knappari vending og heitti á kvinnuna um at hjálpa sær. Kvinnan var hjálpsom og flutti pengarnar. Men so fór ein klokka at ringja og hon fór at kanna vangamyndina hjá grannanum.

Og har boðaði grannin frá, at svikarar høvdu brotið seg inn á facebook-kontuna hjá honum og hann bað fólk um endiliga ikki at svara nøkrum boðum frá honum, tí tað var svik.

Tá var ov seint, tí pengarnir vóru fluttir, so kvinnan meldaði tilburðin til løgregluna. Løgreglan sigur, at pengarnir eru fluttir á eina kontu í einum útlendskum banka, men at tey annars ikki eru komin nakran veg í kanningini.

Men í slíkum førum er tað ógvuliga ringt, fyri ikki at siga ómøguligt, at fáa pengarnar aftur, so hendan kvinnan skal fyrireika seg upp á, at hasar 1.000 krónurnar eru mistar.

Tað er ein staðilig áheitan frá løgregluni um at ansa væl eftir, og at hugsa seg væl um, tá ið fólk fáa boð, sum hesi, tí vandin fyri, at talan er um svikarar, eru stórur.