Lutakast um Løgmanssteypið í kvøld

Televarpið sendir beinleiðis frá lutakastinum

Mynd: FSF
Fríðmundur Nattestad
2. apríl 2024 kl. 11:00

Í kvøld verður trekt lut um hvussu spælast skal í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Felagshúsið hjá 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági verður karmur um lutakastið.

Fimtan lið verða í bollanum, og tá dysturin í Betrideildini hjá monnum millum 07 Vestur og EB/Streym er liðugur, verður farið undir lutakastið, ið verður sent beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Lutakastið verður skipað á tann hátt, at fyrsta liðið, ið verður trekt, fer beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan hini liðini verða trekt sum vanligt. Dystirnir í fyrsta umfari um Løgmanssteypið verða spældir 24. og 25. apríl.