Lykkenborg og søgan um avbyrgingina av teimum, sum ikki eru sum hini

Tann 1. juni hevur leikbólkurin Det Ferösche Compagnie frumframførslu av leikinum Lykkenborg í Listastovuni í Miðvági. Leikurin er skrivaður við íblástri úr lívinum hjá originalinum Pól Jóhannusi Poulsen (1925-1971), eisini nevndur Lykken, ið bygdi stóru og sermerktu villiniborgina Lykkenborg á trøðni hjá pápanum í Miðvági

Bergtóra Patursson
7. juni 2022 kl. 19:44

Við leikinum ynskir leikbólkurin at skriva Pól Jóhannus Poulsen inn í listasøgu Føroya. Samstundis nemur leikurin eisini við fleiri onnur evni, her ímillum tíðina, tá ið Pól Jóhannus bleiv sendur niður á andveikrastovn í Danmark, eins og á leið 150 aðrir føroyingar.

Søgan um Pól Jóhannus og Lykkenborg er eisini ein søga um øll hesi, um niðursendingarnar til Danmarkar, um hugburðin til og viðferðina av fólki við menningartarni og sum heild av fólki ið onkursvegna eru øðrvísi.

Í hesi grein geri eg eina stutta søguliga lýsing av hesum viðkvæma og samansetta evni og teimum tonkum, ið bæði altjóða, í Danmark og her heima vóru galdandi um fólk, ið vórðu send á andveikrastovn í tíðini, tá Pól Jóhannus livdi.

 

Tey, ið ikki ganga beint
Søgan um niðursendingina til Danmarkar er partur av eini størri søguligari gongd, sum hongur saman við vaksandi vísindagerðini av heiminum, har menniskju eru vorðin alt meira atskild í skilmerkingar sum “vanlig” og “óvanlig”, “klók” og “býtt”, “sunn” og “sjúk”, ella – sum tey taka til í leikinum hjá DFC – millum tey, ið fylgja beinu strikunum, og tey, ið ikki gera tað. Sum 1800-talið leið vórðu alt fleiri sjúkuavgerðir skilmerktar, menniskju vórðu skrásett og flokkað í “fólkatýpur”, og antropologar og læknar fóru runt at viga, máta og meta um kroppar og vit. Eisini í Føroyum.

Blaðið Fuglaframi skrivar í 1900 at táverandi suðuroyarlæknin, danin Frederik Jørgensen, hevði framt skallamátingar á 1500 suðuroyingum. Hann bar saman skallar á suðuroyingum við skallar norðanfjørðs og kom til ta niðurstøðu, at suðuroyingar vóru stuttskallar og fólk norðanfjørðs langskallar, og at tey tí vóru av hvør síni fólkaætt. Formurin á skallanum varð sambært kraniometriini hildin at kunna siga nakað um bæði upprunan á fólki, og teirra lyndi og menningarstigi; langskallað fólk vórðu mett at vera á einum hægri menningarstigi enn stuttskallar, og sambært kraniologunum vóru flest langskallað fólk úr Norðurevropa (og um nakar skuldi ivast, má eg líka nevna, at hetta ástøðið í dag er mótprógvað - og at høvuðsmenninir handan kraniologiina sjálvandi eisini vóru úr Norðurevropa).

Í byrjanini av 1900-árunum varð fyrsta IK-testin ment, sum kundi brúkast til at stigmeta vitið á fólki og at skilja tey evnaveiku (sum tey tá vóru kallað) frá teimum “vanligu”. Hesar royndirnar at máta vitið á fólki hingu m.a. saman við teimum ymsu menningartonkunum og arvalærunum, ið vundu uppá seg um miðja 19. øld og frameftir, sum eitt nú menningarlæran hjá Darwin, socialdarwinisman, gamla degeneratiónsástøðið og nýkomnu rasuhygieinisku, eisini kallað eugenisku, ástøðini. Tá var vanligt millum vísindafólk at halda uppá, at intelligensur var lívfrøðiliga arvaligur.

Tíðin var merkt av bæði einari sterkari framburðstrúgv og svartskygdum vónloysi um menningina av menniskjum. Samstundis var tað eisini ein tíð, har trúgvin á vísindina – herímillum eisini læknavísindina – og hennara møguleikar til at menna samfelagið var stór.

 

Óynskt í vælferðarsamfelagnum?
Í Norðurlondum er søgan um stovnsetingina av evnaveikum eisini tengd at uppbygnaðinum av vælferðarsamfelagnum og tankanum um, at staturin hevur skyldu til at taka sær av borgarunum, ið ikki megna tað sjálvi. Tá vit í dag hoyra um Rødbygaard og aðrar andveikrastovnar, øtast vit við.

Havast skal í huga, at áðrenn tað varð vanligt við andveikrastovnum, var ikki óvanligt at stongja óarbeiðsfør menningartarnað inni í trongum kistum, búrum ella rúmum. Samanborið við hetta, kundi stóra plássið á stovnunum metast sum eitt satt frælsi, hóast umstøðurnar oftast heldur ikki vóru góðar har. Har var harðskapur, kynslig misnýtsla, fólk svóvu í stórum sovisalum, vesikummur vóru settar upp í longum røðum uttan básar millum, fólk vórðu spent føst til sengur og stólar og summi fingu eisini hvíta snittið (lobotomi), ein vandamikil heilaskurðviðgerð, ið broytti persónligheitina og sum nógv doyðu av. Danmark er tað landið í heiminum sum hevur framt flest hvít snitt samanborið við fólkatal.

So løgið tað í dag kanska kann ljóða, var andveikraforsorgin partur av vælferðarstatinum, og at seta evnaveik á stovn var ein (í mongum førum miseydnað) vælferðartænasta til tey evnaveiku sjálvi og/ella til familju teirra. Stovnsetingin kann tó eisini síggjast sum ein vælferðartænasta til hini í samfelagnum; ávirkað av rasuhygieiniskum ástøði og ástøðum um, at fólkið vanættaðist, var ein vanligur tanki í hesum tíðarskeiði, at tey evnaveiku í roynd og veru vóru vandamikil fyri samfelagið og góðskuna á samfelagsíbúgvunum, umframt fyri samfelagsmoralin, -trygdina og -búskapin. Ein av loysnunum var avbyrging av hesum vandamiklu persónum.

Fyri at meta um, hvør ið skuldi á andveikrastovn, vórðu IK-mátingar nýttar. Atferðin hevði tó eisini nógv at siga. Um ein bar seg øðrvísi at enn ein “átti”, til dømis um ein var “óstýriligur”, harðligur ella ikki fylgdi seksualnormunum, kundi ein eisini verða sendur á andveikrastovn, hóast IK-talið var hægri enn markið, sum var sett fyri at vera andliga ófullfør.

 

Føroyar og tey ófullføru
Pól Jóhannus varð sendur niður á stovn í 1939. Ímeðan danir kundu verða tvangssendir á stovn ímóti ynskinum hjá familjuni, var støðan ein onnur í Føroyum. Fram til 1950-ini var tað í roynd og veru torført hjá føroyingum at fáa pláss á donsku stovnunum. Danski sosialreformurin frá 1933, ið miðsavnaði andveikraverndina og álegði danska statinum at bjóða og rinda fyri stovnspláss til øll, ið mettust tørva tað, varð ikki settur í gildi av løgtinginum í Føroyum. Familjulimir máttu tískil antin sjálvir rinda, ella teir kundu royna at søkja um stuðul frá kommunu og amtskassanum. Nógvar familjur stríddust fyri at fáa stuðul til at senda familjulimir niður, men ofta gekk tað striltið. Føroysku myndugleikarnir vildu ofta ikki veita stuðulin.

Men í 1950-unum byrjaði stóra niðursendingin. Tá fær danska andveikraverndin størri heimildir í Føroyum. Føroyingar fingu ókeypis stovnspláss og andveikraverndin setti Inge Bonnevie sum fast umsjónarfólk í Føroyum, og hon fór aktivt til verka at finna øll tey andveiku í Føroyum. Øll tey 75 árini, ið føroyingar blivu sendir niður á stovn, vórðu tær allarflestu niðursendingarnar framdar í tey 12 árini frá 1954 til 1966, tá ið Bonnevie var í starvi. Tá vórðu uml. 100 fólk send niður.

Søgan um niðursendingina á stovnar sum Rødbygaard er sostatt samansett, og kann ikki bert síggjast sum áløgd av donsku myndugleikunum, men má eisini síggjast í tí samanhangi, at fyri summar familjur var hetta einasta loysnin, tí ongin hjálp var at fáa í Føroyum. Spurnartekn kann eisini vera sett við, hvussu nógv betri tað í roynd og veru var at vera heima í Føroyum, har ongin hjálp var at fáa, í staðin fyri at vera á stovni í Danmark. Summar familjur tóku tískil væl ímóti Bonnevie. Aðrar upplivdi tað tó sum, at hon stjól børnini frá teimum.

Grundgevingarnar fyri at senda evnaveik niður á stovn vóru ymsar. Fyri familjurnar snúði tað seg um umlætting, um vónina at geva tí andveika eitt betri lív og at verja tey fyri happing. Fyri myndugleikarnir og læknarnar snúði tað seg eisini um at verja restina av samfelagnum fyri ósiðiligheit, ólevnað og at umganga, at sleppa undan at tey evnaveiku førdu ringa arvin víðari.

 

Dreymurin um eina betri ætt
Ein av loysnunum á at sleppa undan at hesi óynsktu bóru arvin víðari var avbyrgingin á stovnunum. Ein onnur var sterilisering. Danmark var undangonguland í hesum sambandi, og var fyrsta landið í Evropa at samtykkja steriliseringslóggávu í 1929. Táverandi sosialministarin K. K. Steincke menti lógina í tøttum samstarvi við læknar á andveikrastovnunum. Steincke, sum ofta hevur verið mettur sum ein av størstu verjunum hjá teimum veiku, var eisini ein av størstu talsmonnunum fyri rasuhygieinu. Í kendu bók síni Fremtidens Forsørgelsesvæsen frá 1920, skrivar hann, at: “Hvis et menneskeligt Væsen, der er belastet med arvelige Anlæg, nu eengang er født, skal han have Ret til at leve og glæde sig ved Tilværelsen, […] men een Ret skal han miste, een Mulighed skal berøves ham, nemlig at overføre sine Mangler til Efterkommerne og paa den Maade at forevige og mangedoble Ulykken. Vi behandler Undermaaleren med al Omsigt og Kærlighed, men forbyder ham blot til Gengæld at formere sig.” Í dag er hetta næstan ikki til at trúgva, men hesin hugburðurin var heilt vanligur tá. Mong høvdu helst eisini væntað at hetta endaði, tá allir ræðuleikarnir í Nasitýsklandi komu undan kavi aftaná annan heimsbardaga, men soleiðis var heldur ikki. Steriliseringarnar hildu fram heilt fram til 1960’ini. Og hetta var eitt evni, sum ein tosaði heilt opið um. H. D. Joensen, landslækni, skrivaði í 1958 um, at vit í Føroyum tyktust “[…] at vera sloppin undan tí mikla vansa, sum ikki er ókendur í øðrum londum, at tey ófullføru leita saman í hjúnarløg, sum í miklan mun bera ílegurnar longur áleiðis.”

Steriliseringarnar vórðu eisini mettar at vera eitt humant alternativ til lívslanga avbyrging á stovni, ið jú annars var veruleikin. Sterilisering kundi ofta vera vegurin til útskriving. Millum 1929 og 1967 blivu 11.000 fólk steriliseraði í Danmark. Av hesum vóru tey allarflestu kvinnur. Úr Føroyum vórðu “óstýriligar” kvinnur sendar niður á stovn í Danmark, júst við tí fyri eyga at fáa tær steriliseraðar. Í hesum samanhangi renna mær eisini í huga allar tær grønlendsku genturnar og kvinnurnar, sum fingu ísett spiral undir veingjabreiðinum á donsku myndugleikunum frá 1966, uttan teirra samtykki, sum millum annað DR hevur víst á fyri stuttum. Tað er ein onnur søga enn tann um steriliseringarnar av evnaveikum í Danmark, men felagsnevnarin er, at í báðum førum eru tað myndugleikarnir, ið taka ræðisrættin á kroppinum hjá tí einstaka til frama fyri tað, ið varð hildið at vera best fyri samfelagið.

 

Sjónleikur og søga
Hendan greinin hevur snúð seg nógv um donsku søguna um andveikraverndina og rasuhygiejnuna, tí hendan søgan er eisini partur av Føroya søgu. Søgan er tó ikki hin sama, og føroyska søgan um hesi viðurskiftini er eisini sín egin. Doris Hansen og Enna Garðshorn Mikkelsen hava skrivað partar av hesi søguni, men nógv er eftir at kanna, t.d. hugburðin hjá føroyskum politikarum og almenninginum sum heild um rasuhygieinu og steriliseringar.

Meðan vit bíða eftir, at onkrir søgufrøðingar møguliga taka hesa uppgávu upp á seg, kunnu vit gleðast um sjónleikalistina og DFC og teirra íkast til søguskrivingina, sum kann viðgera okkara søgu øðrvísi enn søgufrøðin vanliga kann - og ikki minst hvussu tey bæði siga frá søguni hjá Pól Jóhannusi, ikki bara sum partur av einum illa viðfarnum samfelagsbólki, men eisini sum meira enn eitt journalnummar, sum eitt individuelt menniskja, við egnum áhugamálum og ávirkan á egið lív.

 

 

 

Keldur:

Hansen, Doris, Søgan um hini, 1895-1981, Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn 1996

Joensen, H. D., “Talið á ófullførum fólki í Føroyum (A Census of the Mentally Deficient in the Faroes)”, í Fróðskaparrit 7. bók, Tórshavn, 1958

Koch, Lene, Racehygiejne i Danmark, 1920-55, Gyldendal, Keypmannahavn, 1996

Koch, Lene, Tvangssterilisation i Danmark 1929-67, Gyldendal, Keypmannahavn, 2000

Mikkelsen, Enna Garðshorn, Nedsendelser. Om nedsendelse af mennesker med udviklingshæmning fra Færøerne til Danmark i perioden 1897-1973, Handicaphistorisk Tidsskrift 34, Dansk Psykologisk Forlag, 2015

Steincke, K. K., Fremtidens Forsørgelsesvæsen, Keypmannahavn, 1920