Lykkenborg: Rúmandi list

1. juni fær leikurin Lykkenborg hjá Det Ferösche Compagnie frumframførslu, har bólkurin í egnari tulking endurreisir bygningsverkið av sama navni og setir tað inn í eina størri samfelagsliga rammu. Dimmalætting verður í hesum sambandi karmur um eina greinarøð um leikin, har hendan greinin er hin fyrsta

Turið Nolsøe
7. juni 2022 kl. 19:05

Eg fari at leggja hættisliga út og blaka um meg við grikskum orðum og retoriskum hugtøkum, sum kanska geva onkrum lesara hug at blaða víðari beinanvegin, men eg lovi at skunda mær fram til endamáli við hesum lítla fyrilestrinum.

Eitt avgerandi hugtak í retoriskum ástøði er ethos, sum vísur til, hvussu ein røðari brúkar seg sjálvan ella byggir upp trúvirði, tá hann ella hon skal fáa fólk at lurta eftir sær. Til dømis havi eg sjálv akkurát nevnt, at eg bæði fari at brúka griksk orð og retorisk hugtøk, og at eg veit at tað ikki ljóðar líka spennandi fyri øll – og soleiðis havi eg roynt at lokka við at vísa á, at eg bæði havi fakliga vitan og vísi vælvilja mótvegis mínum lesara.

Ethos á forngrikskum merkir lyndi, ella á góðum gomlum havnarmáli karakterur, og vísir soleiðis til tey amboð, røðarin brúkar fyri at seta seg høgt í metum hjá lesara, lurtara ella áskoðara. Men ethos hevur eisini ein enn fornari forngrikskan týdning, har tað merkir tilhald ella heimstaður, og soleiðis hevur heitið eisini ein rúmligan dám. Sum eitt stað, vit venda aftur til. Har vit kunnu bjóða øðrum inn, og tey kunnu taka búgv og staðið sjálvt hevur ein týdning, sum vit kunnu vera saman um. Ella sum ein meira fyribils savningarstaður, ein pallur ella eitt forum, sum byggist upp og hvørvur, so hvørt sum tey menniskjuni, ið brúka tað, koma og fara.

 

Palllist skapar karmar
Tað er í hesum rúmliga týdningum, eg havi haldi meg hava funnið eina inngongd til leikin hjá Det Ferösche Compagnie Lykkenborg. Leikurin fer í næstum at ferðast runt í Føroyum, og siga søguna um Pól Jóhannus Poulsen, eisini kallaður Lykken. Eg kendi hvørki persónin ella søguna frammanundan, men gjørdist skjótt greið yvir, hví Det Feröische Compagnie hevur valt at pallseta júst hesa.

Tí tað rúmliga liggur beint frammanfyri okkum í heitinum palllist, og hóast pallmyndin hjá Sámal Blak og Det Ferösche Compagnie so at siga bert er ein einføld ramma, so er tað ein karmur, sum bjóðar okkum inn í eitt størri prát, um hvørjum vit rúma.

Stálstengur og møtrikkar seta mark um tey rúm, sum Kristina Sørensen Ougaard sum leikari trínur inn í, og gjøgnum smáar ella størri rørslur umskapar til allar tær støðurnar og staðirnar, sum Pól Johannus ferðast í gjøgnum. Skúlastovan, har Pól Johannus situr sum næmingur; heimbygdin, sum hann gongur ella rennur ígjøgnum; stovan heima, har systirin reinsar snuddirnar hann fær; Rødbygaard, ið Pól Jóhannus býr á; “isolationscellen” sum hann verður settur í, tá hann ger “narrestreger” (hví eg skrivi hesi heiti á donskum, finnur tú útav, tá tú hyggur eftir leikinum). Og so er tað Lykkenborg – hansara tilhald og skjól, har beinu linjurnar, ið onnur vilja hava hann at halda seg til, eru býttar út við tær krúllurnar, sum hansara innari, egni heimur er so ríkur av. Allan vegin gjøgnum leikin er tað arkitektoniska eitt frásagnarligt amboð, sum flytur Pól Johannus úr staðið í annan, og okkum tættari at søguni hjá honum.

Palllist skapar rúm
Soleiðis er lyndi hjá palllistini. Hon skal megna at sannføra okkum um, at júst hendan frásøgnin er verd at leggja sær í geyma. Hon vil skapa rúm, í bæði bókstaviligum og yvirførdum týdningi, fyri øðrvísi sjónarhornum, og megnar at viðgera evni, sum kanska ikki eru so líka til í øðrum høpi. Sum áskoðarar meina flest okkara helst, at vit ikki hava nakran beinleiðis leiklut í sjónleiki, og hendan uppsetingin hjá Det Ferösche Compagnie er kanska øðrvísi í mun til aðrar teirra, eftirsum áskoðarin faktisk fær loyvi at sita í stað. Men har er eingin sjónleikur uttan áskoðarar, og sjálvt tann óvirkna, sitandi støðan ber eisini eina ábyrgd og ein leiklut, tí tú ert móttakari av tí sum fer fram á pallinum. Kanska er tað tí, at eg kenni fleiri, sum merkja eitt beinleiðis stikni mótvegis at vera áskoðari – tey merkja ábyrgdina av sínum leikluti eyka væl.

Tá vit práta um ábyrgd og knýta hana til okkara leiklutir sum medborgarar í samfelagnum, so eru virknu og óvirknu støðurnar báðar eisini líka umráðandi. At bera fram sjónarmið og royna at gera tey galdandi merkir lítið, um onnur ikki lurta eftir og taka tey til sín. Hendan móttøkan fer kanska fram innantanna, har hon verður tugd og sodnað, og okkara ábyrgd sum lesarar, lurtarar og áskoðarar noyðist ikki at krevja nakað meira sjónligt av okkum. At bera fram og taka ímóti eru soleiðis tveir líka umráðandi partar av tí at vera ein demokratiskur medborgari. Til tað krevst, at vit finna saman í rúm, har vit hava ymsar leiklutir í viðgerðini av tí, sum rørir seg nú, sum fyrr hevur gjørt seg galdandi ella skal tað framyvir. Vit kunnu ikki stika viðgerðina av samfelagnum og tí sum er umráðandi fyri okkum og okkara medborgarar inni, og leggja ábyrgdina yvir á politikkarar, embætisverk ella fortíðina. At luttaka sum áskoðari til sjónleik er tí eisini eitt slag av samfelagsluttøku, um tú spyrt meg.

 

Tað órógvandi listarliga
Tí har er nógv at rúma í Lykkenborg hjá Det Ferösche Compagnie. Vit vera varisliga bjóðað inn í ein annan heim. Vit vera boðin innlit í søguna um eitt lív og ein persón, sum áskoðarin hevur ymiskar fortreytir fyri at kenna frammanundan, men sum øll, ið skilja føroyskt, tó kenna onkursvegna.

Tí Lykkenborg nemur við nakað av tí sárasta í føroyskari sjúkra- og samfelagssøgu og hvussu vit rúma teimum, sum onkursvegna eru øðrvísi. Ella ikki hava karmar til tað og “sendu tey til Danmarkar”, sum ofta verður tikið til.

Hvussu tey onkursvegna øðrvísi vera rúmaði innanfyri føroysku landamørkini, ella vera útihýst úr felagsskapinum. Tí verður ábyrgdin sum áskoðari møguliga eyka tung, tí hon speglar tann óvirkna leiklutin sum nógv – sjálvvalt ella ei – hava havt, tá okkurt, vit seinni hava ásannað var órætt, er farið fram.

Lykkenborg ger tað á ein hátt, har vit fáa verið í tí. Vit fáa rúma kenslunum, tí har er ein leitan og ein miðvís ferð fram í móti eydnuni, sum vit eisini kunnu byggja karmar um, og sum tekur fysiskt skap í byggilistaverkinum inni í palllistarverkinum.

 

Etiskt-estetiska lyndi
Meðan onkur allarhelst fyritrekkir list sum gaman heldur enn álvara, so dámar mær væl orðingina hjá Friedrich Schiller um “palllist sum moralskan stovn” í samfelagnum. Ikki so nógv tí at vit í gjøgnum sjónleik fáa atgongd til nøkur sokallað sonn ella ævig virðir, men tí at vit fáa vent og snara virðunum sum vit í dag ella áður hava tikið fyri givið.

Estetiskar lýsingar av etikki kunnu nakað annað enn tær politisku og akademisku. Vit noyðast eftir mínum tykki at skapa lívd fyri leiki, tí vit vera klókari upp á okkara samtíð, okkara fortíð og okkum sjálvi í teimum palllistarligu myndunum og speglingunum av menniskjaligum lívi og levnaði.

Hóast heimspekin allarhelst ger stóran mun á morali og etikki, so er tað fyrra eisini bara latín, meðan tað seinna er grikskt – og aftur málfrøðiliga skilt við ethos. Palllistin gevur etiska rúmd, kundi ein sagt, tað er eitt av hennara lyndiseyðkennum – ella karaktertrekkum, um tú vilt.

Sum eg byrjaði við at nevna, so merkir ethos lyndi, eins og tað vísur til hesi støðini, sum bæði fyribils og støðuføst eru karmur um okkara lív sum menniskju.

Lykkenborg er eitt margbýli av ymiskum rúmum og møtum, har vit hitta Pól Johannus, familju hansara og grannar, sjúkrasystrar, læknar og búfólk, og gerast klókari upp á hansara søgu, og hvussu Lykkenborg er ein søga um okkum øll.

Hóast tú fært loyvi at sita í stað, so ferðast leikurin úr heimbygdini hjá Pól Johannus til Danmarkar og enn longur burtur, hann ferðast gjøgnum tíð og heilt bókstaviliga fer leikurin eisini at ferðast runt í Føroyum.

Frá 1. juni verður Lykkenborg opin fyri okkum øllum okkum, sum allarhelst ikki hava vitja har fyrr. Støkk inn á gólvið.

Leys Størv