Macron útskrivar val

Franski forsetin kennir úrslitið av ES valinum at vera so stórt misálit, at hann í kvøld hevur skrivað út val til franska tjóðartingið

Jóannes Hansen
9. juni 2024 kl. 20:49

Tað hevur verið roknað við, at ES valið fór at bera stóra høgrasnaring í Europa við sær.

Nú exit kanningar eru kunngjørdar, og nú fyrstu úrslitini eru almenn, vísir tað seg, at høgrasnaringin er stór.

Eitt nú í Fraklandi, har forsøgnir siga, at flokkurin hjá Marine Le Pen Rassemblement National fer at fáa 31,5 prosent av atkvøðunum.

Hóast úrslitið ikki er greitt, so hevur franski forsetin í kvøld boðað frá, at hann tekur úrslitið til eftirtektar á tann hátt, at hann heldur, at fólkaviljin eisini skal koma til sjóndar í vali til tjóðartingið.

Tí hevur Emmanuel Macron boðað frá, at tað verður tjóðartingsval. Fyrra umfar verður 30. juni, og seinna umfar verður 7. juli.

Meðan Rassemblement National á ES valinum sær út til at fáa 31.5 prosent, so fáa flokkarnir, sum í tjóðartinginum stuðla forsetanum, tilsaman 15,2 prosent.

Emmanuel Macron varð aðru ferð valdur til forseta í 2022, og valskeiðið hjá honum verður liðugt í 2027.