Maður ákærdur fyri at hava dripið Emilie Meng leingir sína varðhaldssetu

Ein rættarfundur skuldi annars vera tann 6. Juli, tá varhaldsfongslingin stóð til at enda. Hetta er nú avlýst

Ragnar Sjúrðarson
3. juli 2023 kl. 12:20

Ein 32 ára gamal maður, sum millum annað er ákærdur fyri at hava dripið og neyðtikið Emilie Meng og fyri ræning og neyðtøku av 13 ára gamlari gentu, hevur frívilliga longt sína varðhaldsfongsling.

Tað váttar verjin hjá manninum, Karina Skou, fyri DR.

Man kann hægst vera varðhaldsfongslaður í fýra vikur í eitt, áðrenn ein dómari aftur skal meta um har framvegis er grundarlag fyri eini frælsistøku.

Hetta hevur við sær, at rættarfundurin, sum annars skuldi vera 6. Juli, er avlýstur.

Maðurin er frammanundan ræningini og neyðtøkuni av eini 13-ára gamlari fyrr í ár og drápi og neyðtøku av 17 ára gomlu Emilie Meng í 2016, ákærdur fyri roynd at burturflyta og neyðtaka eina 15 ára gamla gentu á einum eftirskúla í Sorø.